Konfirmantarómur
Hesa vikuna hevur satt lív verið í Nesvík. Síðsta vikuskifti byrjaði fyrsta holdið av konfirmantum. Mánadagin komu aftur nakrir konfirmantar úr Havn, ið vórðu fermdir í fjør men sum ongan veg sloppu á legu vegna Corona. Triðja holdið kom so mikumorgun. Hvørt holdið er 180 – 200 konfirmantar.
Á skránni vóru fimleikur, sangur, spurnarkapping, likamlig og andalig føði, aktivitetir, kioskinnkeyp osv.
Deiligt at uppliva og síggja, at alt kemur aftur í vanliga legu og at okkaru ungu hugna sær saman í góðum og tryggum kørmum.