Kórsangdagur: Øll eru vælkomin við

Leygardagin 23. oktober verður ein kórsangdagur í missiónshúsinum á Strondum.


Kórmentanin í Heimamissiónini er ikki tann sama sum hon var. Kórini fækka og nú eru bert heilt fá kór, sum hava fastar venjingar. Hetta er harmiligt, tí at kórini hava altíð verið ein stórur partur av meinigheitslívinum í Heimamissiónini. Kórsangur hevur eyðmerkt møtir, missiónsvikur, stórmøtir og ársmøtir. Í dag er torført at fylla eina missiónsvikuskrá við kórum.

Vilja halda lív í kórsanginum


Ein katalysator í kórlívinum var sangskeiðið hjá Heimamissiónini. Hetta skeiðið byrjaði í 70’unum og var árligt tiltak í eini 40 ár.


Hóast støðan er sum hon er, roynir Heimamissiónin at halda lív í kórsanginum. Og sum liður í hesum ætla vit í ár at savna eitt stórkór, sum skal syngja til sunnukvøldsmøtið á stórmøtunum á Skála 7. november. Hetta royndu vit í 2018. Tá skipaðu vit fyri sangskeiði í missiónshúsinum á Strondum. Ásbjørn Berthelsen tók sær av kórinum og sangskeiðið var fríggjadag og leygardag og endaði við konsert. Hetta kórið sang so til stórmøtini. Ætlanin var at hava hetta sangskeiðið aftur i 2020, men av Korunuávum bleiv hetta sjálvandi av ongum. Í ár vilja vit gjarna hava hetta kórið aftur! So nú ætla vit at hava ein kórdag.

LES EISINI  Spennandi og fjølbroytt skrá til Stórmøtini


Trúboðin hevur tosað við Ásbjørn, sum aftur í ár hevur játtað seg at standa fyri kórinum. Hann hevur valt at gera tiltakið sum eitt dagstiltak. ”Eftirsum endamálið er at syngja nakrar sangir til eitt møti og ikki hava eina sjálvstøðuga konsert, so er ikki neyðugt við einum vikuskifti til venjing.”
”Vit skulu syngja 3 sangir til Stórmøtið, so tað er tað, sum er á skránni fyrst og fremst,” sigur Ásbjørn. ”Men kanska vit prøva okkurt annað, eftirsum vit nú hava nógv sangglað fólk savnað.”

Øll, sum hava hug at syngja kunnu verða við


Fyrireikararnir vóna, at luttøkan verður stór.
”Í 2018 vóru ein 150 fólk í kórinum. Hetta var sera stuttligt. Tað er ein serligur stemningur tá so nógv fólk syngja saman, og tað er so stuttligt at leiða eitt so stórt kór!” sigur Ásbjørn í stuttari samrøðu. Hann vónar at fólk í øllum aldri, sum hava sungið í kórum taka væl ímóti hesum tiltakinum og tekna seg til.

LES EISINI  Sangur: Mín Guð tú gavst mær tungu

Kórdagurin verður í missiónshúsinum á Strondum. Tað kostar 100,- at vera við og í hesum prísinum er bæði morgunmatur og døgurði.

Melda til kórdagin HER

Skrá fyri dagin:
9.00 Morgunmatur
10.00 Venjing
12.00 Døgurði
13.00 Venjing
16.00 Dagurin endar

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina