Kriggj Russlands í Ukraina fáa jødar at flýggja til Ísraels

Jødar venda heim frá Ukraina og Russlandi

– Ísraelskir jødar og jødar úr útlegdini eru flættaðir saman av einum felags lagnubandi. Í dag byrja vit eitt av størsta tiltøkunum í søgu Ísraels fyri at bjarga ukrainskum jødum, ið flýggja undan krígnum. “Ísraelsk trygd” er heitið á atgerðini, ið skulu føra ukrainskar jødar trygt til Ísrael, og síðani hjálpa teimum at seta búgv og taka teir uppí samfelagið.

Mong børn

Av teim 400 innflytarunum, ið komu sunnudagin, vóru hundrað av teimum foreldraleys børn, ið eru bjargað út úr Ukraina.

– Spenningurin í andlitunum á børnunum var stórur. Eg var so fegin um at kunna bjóða teimum vælkomnum við einum stórum kossi. Børnini hava eingi foreldur har heima. Børnini fara at fáa best møguligar sømdir frá ísraelsku stjórnini. Vit seta pening av til bestu upptøkuna í hesum trupla tíðarskeiði, segði Pnina Tamano-Shata.

– Í eini slíkari tíð sum hesi, har heimurin stendur yvirfyri ófriði, eru jødar ikki tryggir. Øll verða mint á, hvussu týðandi tað er, at vit hava eitt heim í statinum, Ísrael, sama hvar vit eru stødd. Vit hava fyrireikað okkum upp á eina ógvuliga stóra innflytarabylgju sum úrslit av aktuellu støðuni. Hetta er ein avbjóðing fyri statin, Ísrael, sum vit áður hava havt fleiri ferðir, segði forsætisráðharrin, Naftali Bennett, sum bjóðaði teimum nýggju landsmonnunum vælkomnum á flogvøllinum.



– Vit eiga at syrgja fyri, at teir jødar, ið sleppa frá vandafullum støðum, eru vælkomnir til statin, Ísrael, at tey fáa eina flógva vælkomu, einar opnar dyr og eitt heitt heim, segði Bennett. Stjórn Ísraels hevur longu fingið sær eitt vist yvirlit yvir, hvussu nógvir jødar úr krígsherjaða Ukraina, ið kunnu væntast at koma til Ísrael.

Fleiri vilja til Ísraels

– Ísrael er til reiðar at taka ímóti eini stórari bylgju upp á umleið 100.000 jødar og familju teirra úr Ukraina og Russlandi, sum sambært ísraelskari lóg hava rætt til at koma og fáa ísraelskan statsborgaraskap.

– Fram til sunnudag 6. Mars høvdu 2034 ukrainarar sett sín fót á Ísraelska jørð. Rákið er vaksandi. Alt bendir á, at 15.000 ukrainarar úr Ukraina fara at koma til Ísrael áðrenn mars mánaður er av. Av hesum eru 90%, ið ikki hava rætt til ísraelskan statsborgaraskap, segði innlendismálaráðharri Ayelet Shaked.

Ráðharrin metti, at bert tíggju prosent av flóttafólkunum eru jødar við rætti til statsborgaraskap. Hon róði fram undir, at tað kann gerast neyðugt at forða fyri streyminum av ikki jødum. Fleiri meta, at tað er ógjørligt fyri Ísrael at taka ímóti øllum, ið ynskja at koma til Ísrael uttan at vera av jødiskum uppruna, sum sambært lógini gevur rætt til statsborgaraskap.

Takk fyri hjálpina

Mong hava verið blandað upp í  «Operation Israel Garanty». Ein  teirra er virkandi formaðurin, Yaakov Hagoel frá Jewish Agency(jødiskt bureau). Hann takkaði jødiska samfelagnum, sum hevur verið við til at fáa heim teir 400 jødarnar. Teirra millum, International Fellowship of Christians and Jews(IFCJ), Jewish Federation of North America, Keren Hayesod og gevarar úr øllum heimi.

 Blaðið The Jerusalem Post skrivaði, at innflytararnir klappaðu, tá flogfarið settist trygt á ísraelska jørð. Og nøkur ferðafólk umborð sungu ísraelska sangin “Hevenu Shalom Aleichem” (Vit koma við friði)
Udfordringen: Vidar Norberg

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina