Aftur til forsíðu

Kristin kinverji handtikin fyri ólógliga at prædika gleðiboðskapin á gøtuni; men heldur tó á at prædika fyri politinum.

Mynd: ChinaAid.org

Kristin kinverji handtikin fyri ólógliga at prædika gleðiboðskapin á gøtuni; men heldur tó á at prædika fyri politinum.

Ein gøtutrúboðari í Kina var í vikuni handtikin. Kommunistaflokkurin skírir mannin at fremja ólógliga kristniboðan.

EFTIR CHRISTEL BERNS
10. AUGUST 2020

Chen Wensheng gongur í Xiaoqun kirkjuna í Hengyang í Hunan-landslutinum. Kristni kinverjin man helst hava ætlan um eina verkætlan, ið setti hann í fongsul. 3.august varð hann afturhildin av politinum sum dømdi hann 10 daga fongsul.

Gøtumissión í Kina

Kristniboðarin á gøtuni er íðin eftir at boða gleðiboðskapin. Oftast ber hann ein kross. Á krossinum standa orðini “Æraður veri Frelsari vár” og “vendið um og ognist við trúnni, frelsu!

Chen er íðin at boða orðið. Hann hevur tí ofta gingið inn og út dyrnar á politistøðini. Umframt, hóast afturhildin av politinum boðar hann í stillum kristna boðskapin, bæði fyri høgum og lágum, á støðini. Sambært seinastu frágreiðing løgdu myndugleikarnir hald á krossin við nevndu áskriftunum.

China Aid lýstu við videoupptøkum, ið avdúkaði gøtumissión hansara, har hann stendur á einum ávísum sýniligum staði á gøtuni við eini megafon, ella einum rópara, í hondini og boðaði gleðiboðskapin.

LES EISINI  Tíðindaskriv: Christmas Child í Vági

Ein onnur videoupptøka vísir hann boða politinum kristna boðskapin áðrenn hann fór av støðini eftir eina serstaka avbyrgda handtøku. Hann segði við teir, at tað æviga lívið er ein gáva, vit fáa ókeypis gjøgnum Jesus Kristus. At trúgva á Jesus, er ókeypis.”

Kristin atsøkt í Kina

Kommunistarnir søkja at teimum kristnu sum ongantíð fyrr. Yvirskriftir siga frá atsóknum, vendum at húskirkjum, har ein húskirkja fyri og onnur eftir, verða steðgað og gleðiboðskapurin bannaður “við undantak av teimum skrásettu kirkjunum”. Alt er “vorðið truplari.” Tey, ið gera ímóti reglunum, kunna vænta sær annaðhvørt ónáðir ella at verða afturhildin.” Chen er bara ein av mongu kristnu ofrunum.

Tjóðskaparligu myndugleikarnir gera alt til tess at byrgja fyri, at kristidómurin í Kina ikki gerst partur av tí, kinesiski forsetin Xi Jinpings roynir í strembanini at jarðleggja átrúnaðin og geva sær sjálvum allan myndugleika og størri innlit á fólksins lív og virki.

Hesin átrúnaðarligi kúgingapolitikkur, hevur sambært ICC’s nýggjastu frágreiðing, ført til “afturlatingar og niðurrívingar av kirkjum ella støðum, har fólk koma saman at tilbiðja, og at kristin verða handtikin og liva undir ómenniskjaligum sosialum trýsti.”

LES EISINI  Nýtt búmerki í Tabor á Toftum

Hóast ymiska trýstið, so verður mett, sambært granskarum, at eini 100 milliónir kristin liva í Kina. Vøksturin av kristnum vísir, sambært, granskarum, at í Kina verða í 2030, fleiri kristin enn nakra aðrastaðni á jørðini.

The Christian Post
Henry Debes Joensen, umsetti

Undanfarna grein

At fylgjast við Jesusi

Les grein

Skráin í kvøld

Les grein
Næsta grein
A+