Krossfestur við Kristi

– Kann eg vera ein kristin, soleiðis sum eg eri?

Soleiðis spyrja mong ærlig kristin. Tey vilja fylgja Jesusi og hava einki størri ynski enn at liva til Guds æru. Men leiðin frá ynski og til veruleika kann ofta vera drúgv. Ístaðin fyri sigur, gleði og frímóð uppliva tey lívið tungt og trupult. – Eg verði jú ongantíð øðrvísi. Eg falli, feili og havi ósigur. Tað ringasta er, at eg ofta kenni meg bæði kaldan og líkasælan. Kann eg vera ein kristin yvirhøvur?

Hesir eru kendir tankar hjá einum og hvørjum kristnum.

Kjarnin í trupulleikanum er hesin: Vil Gud dómfella meg vegna mítt gamla menniskja?

Hvat skulu vit siga til hetta?

Fyrst: Okkara gamla menniskja hevur uppiborið at verða dómfelt

Tess meira tú kemur eftir sannleikanum um teg sjálvan, tess meira skilir tú, at tú hevur uppiborið Guds dóm. Tú ert ikki soleiðis, sum tú eigur at vera. Tú verður heldur ikki øðrvísi. Tann, sum livir í stríði við Guds vilja, má doyggja.

Tað góða við hesari sannføring er, at vit missa trúnna upp á okkara egnu frelsumøguleikar.

Vit gevast at vænta nakað gott av okkum sjálvum. Hettar opnar boðskapin um ta frelsu, sum liggur uttan fyri okkum sjálv.

LES EISINI  Fyrigeving og frælsi

Víðari: Gud legði dómin hjá okkara gamla menniskja á Jesus

Visti tú, at dómurin yvir títt gamla menniskja longu er fallin?
– Nær hendi tað? spyrt tú. Tað hendi á Golgata fyri skjótt 2000 árum síðan.

Paulus skrivar í Rómverjabrævinum 6,6-8: “Vit vita hetta, at okkara gamla menniskja er krossfest við honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so at vit ikki longur skulu tæna syndini; tí at tann, sum deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini. Men eru vit deyð við Kristi, trúgva vit tí, at vit eisini skulu liva við honum.”

Tá Jesus doyði, doyði tú. Á krossi Krists handlaði Gud við at døma títt gamla menniskja. Revsingin varð løgd á Jesus. Hann doyði tín deyða. Í Guds eygum ert tú longu deyður!

At enda: Gud vil ikki revsa teg fyri tað, sum Jesus er revsaður fyri

Landsins lóg kann ikki krevja nakað av einum, sum longu er deyður. Og um ein maður hevur sitið dómin fyri eina brotsgerð, skal hann ikki dømast umaftur fyri somu brotsgerð. Bæði brotsgerðin og dómurin eru farin afturum.

LES EISINI  Nýggjársdag fer Jesus undir okkara byrðu

Soleiðis eigur tú at hugsa um títt atlit at Guds dómi. Jesus tók tína synd á seg og bar hana inn fyri Guds andlit.

Títt gamla menniskja fekk sín dóm í Kristi krossi. Og Gud revsar ikki syndina tvær ferðir.

Hetta kann í veruleikanum ikki sannroynast. Hesum mást tú trúgva. Paulus skrivar í Rómverjabrævinum 6,11: “Soleiðis skulu tit eisini halda tykkum sjálv vera deyð fyri syndini, men livandi fyri Gudi í Kristi Jesusi.”

Gud lítur á Jesus. Tað eigur tú eisini at gera. Bara soleiðis gongur roknistykkið upp!

 

Til umhugsanar

Tað mál sum longu avgreitt er,
ei nakar aftur fyri dómara ber.
Ei heldur Skriftin hevur talað,
at skuld er tvífalt at betala.

Petter Dass (leysliga umsett)

 

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina