KUMPAS í 2024 – ein góð jólagáva

Bíbliulesiætlanin til ung, KUMPAS, fyri fyrra hálvár 2024 er nú komin. Talan er um bíbliulesiætlan, sum hjálpir ungum at lesa í og skilja Bíbliuna – ein góð jólagáva til ein ungan persón í familjuni.

KUMPAS leiðir lesaran á eina spennandi ferð ígjøgnum Bíbliuna og hjálpir at skilja, hvat hon snýr seg um. Lesiætlanin kemur út tvær ferðir um árið og gevur ein stuttan bíbliutekst at lesa hvønn dag við eini frágreiðing, avbjóðingum og spurningum at hugsa um.

Niðanfyri er ein lítil brellbiti úr KUMPAS í 2024.

LES EISINI  Kartin Høgnesen settur sum nýggjur ungdómsráðgevi
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina