Kumpas seinkað

Heimamissiónsforlagið hevur í fleiri ár givið bíbliulesiætlanini Kumpas út. Bíbliulesiætlanin er ætlað 13-19 ára gomlum, og endamálið er at stuðla teimum ungu at lesa fast í Bíbliuni og at skilja tað, sum tey lesa.

Bíbliulesiætlanin verður send haldarunum tvær ferðir um árið.

Útgávan, sum skuldi verið haldarunum í hendi í hesum døgum er seinkað. Frá prentstovuni í Danmark frætta vit, at tað verður ikki fyrr enn einaferð seinni í hesum mánaðinum, at Kumpas kemur til Føroya.

Orsøkin til seinkingina er, at prentstovan er rakt av korona.

LES EISINI  Stórmøti 2020 - Ungdómsløtan fríggjakvøld
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina