Kunning frá Leguhúsinum í Nesvík
Nærum hvørt vikuskifti hevur Leguhúsið verið útleigað frá januar til hálvan novembur.
Í apríl byrjaðu vit at hava arbeiðsdagar. Týsdagur bleiv valdur, og hava menn og kvinnur verið og gjørt ymiskt handaligt í húsinum.
Seinastu vikuna hevur matarsalurin fingið viðgerð. Borð, stólar o.a. er flutt úr salinum og gólvið er vaskað og bonað.
Ætlanin er, at gólvið í gongini eisini skal hava ein umgang, nú onki virksemi er í húsinum um høgtíðina.
Leguhúsið fekk eina industry turkitrumlu til gávis í summar. Nú ongin útleigan hevur verið, hava vit verið í holt við at vaska dýnur og koddar.
Takk fyri eina góða jólagávu til Leguhúsið. Trýst her…
Sí myndir…