Kunningarkvøld um Bíbliuháskúlan í Nesvík komandi mánakvøld

Ert tú 17-25 ár? Leingist tú eftir felagsskapi og tíð til fordjúpan? Vilt tú vera við til at skapa nakað heilt nýtt? So skuldi tú umhugsa at komið við á fyrsta holdið, tá vit byrja Bíbliuháskúlan í Nesvík eftir summarið. 

Komandi mánakvøld 26. februar kl. 18-20 verður kunningarkvøld í Nesvík um bíbliuháskúlan, har vit bjóða pizza og gjarna vilja fortelja tær meira um eitt spennandi tilboð til ung, sum vilja læra meira um Gud, Bíbliuna, kristna lívið, trúnna og virðir annars. Her fært tú andaliga, sálarliga og likamliga áfylling saman við øðrum í 18 vikur. Møguleiki verður eisini at seta spurningar ella bara fáa eitt prát. 

Longu nú er eisini møguleiki at vitja heimasíðuna www.hin.fo at lesa um nýggja bíbliuskúlaskeiðið, hvat ein kemur at læra og hvørjir undirvísarar eru. Ein rúgva av spennandi fakum eru á skránni við fleiri av okkara bestu undirvísarum. Harafturat er ætlanin at fara eina uttanlandsferð til Ethiopia saman við felagsskapinum Tæn Afrika sum partur av skúlaskeiðinum.

LES EISINI  Jólakalendari á Trúbodin.fo og á Instagram

Tilmeldingin til fyrsta skúlaskeið er eisini opin, og tað er avmarkað tal av plássum til fyrsta skúlaflokkin. Tí eru ung eggjaði til at gera skjótt av at tekna seg til fyri at tryggja sær pláss.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina