Kunnu hava meira trúarpraksis

Fyrsta mai byrjaði Jóannes Purkhús sum prestur í Norðoya eystara prestagjaldi við bústaði á Viðareiði. Í samrøðu sigur hann, at tað er ein avbjóðing fyri kirkjuna at vera viðkomandi í dag, og at vit sum kirkja kanska ikki hava raðfest trúarpraksis nóg frammarlaga.

– Eg havi altíð havt ómetaligan stóra áhuga fyri kirkjuligum arbeiði og teimum spurningum, sum stinga seg upp í sambandi við kristindóm. So eg vil siga, at tað er áhugin, sum hevur gjørt tað, at eg fór at lesa gudfrøði, men eisini tað, at eg haldi, at prestatænastan fyri meg er eitt meiningsfylt og gevandi starv. Tað gevur meining og innihald í mínum lívi at arbeiða sum prestur.
Jóannes Purkhús er seinast setti prestur í Føroyum, og við sínum 27 árum er hann eisini yngsti prestur í landinum, sum er. 

– Vit hava fokuserað so øgiliga nógv uppá prædikuna. Vit hava ofta langar prædikur, men eg veit ikki, hvussu effektivt tað er, tá ið tað stendur einsamalt. Hvat er betri? At eg ella onkur annar stillar seg upp á prædikustólin at fortelja fyri fólki, hvat hendi til dømis á jólum? Tað ber væl til. Men hevur tú tað visuelt samstundis, so gevur tað nakað eyka. Menniskjað er ikki eindimensionelt; tað hevur ikki bara ein sans, sum er hoyrnin. Fært tú bara eina prædiku í oyrað, so kann tað hugsast, at tað er ov eindimensionelt, og at tað ikki festir seg.

Les alt prátið við Jóannes Purkhús í Trúboðanum, sum kom út 29. mai.