Læknin grætur.

“Og tá ið hann kom nærri og sá staðin, græt hann um hann…” (Luk 19,41)

Ein trúboðari, sum arbeiddi í Afrika, segði frá ymiskum hendingum, tey upplivdu á sjúkrahúsinum.

Millum starvsfólkið var ein dugnaligur kvinnuligur lækni úr Eysturríki. Útgerðin var vánalig, men læknin megnaði næstan tað ógjørliga, og tí var hon nógv avhildin.

Viðhvørt vóru sjúklingarnir so sjúkir, at læknin hevði ikki útgerð ella umstøður at bjarga teimum. Tá græt hon. Øll vistu, at tá læknin græt, so kundi ikki gerast meir.

Hesin heiðurligi, grátandi læknin í Afrika minti meg á ein annan heiðurligan lækna, sum græt um ein heilan bý. Læknin Jesus Kristus.

”Og tá ið hann kom nærri og sá staðin, græt hann um hann …” (Luk 19,41).

Løgið. Jesus, sum hevði alt vald í himli og á jørð, og hvørs hægsta ynski og endamál var at frelsa,

grøða og hjálpa øllum, stóð grátandi og hjálparleysur.

Jesus, tann størsti læknin, við allari vitan, útgerð og mátti, stóð grátandi og hjálparleysur, tí sjúklingarnir – íbúgvar Jerusalems – vrakaðu hann og vendu honum bakið.

LES EISINI  Jesus sær tín djúpasta tørv

Tá fullu dómsorðini yvir Jerusalem:

”… Fíggindarnir skulu kringseta teg, … søkja at tær, … slætta teg við jørðina og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær, av teirri søk at tú ikki kendi vitjunartíð tína.”

Ár 70 slættaðu rómverjar býin við jørðina, og Jesu ræðuligi dómur gekk út.

At vraka Jesus førir altíð dóm við sær!

Vitjunartíðin og frelsumøguleikin er, tá ið Jesus er nær. Tí var tað lagnuløtan fyri Jerusalem, og er tað eisini í tínum og mínum lívi. Jesu nærvera hevur veking og kallan við sær, og tá er tann lagaliga løtan, men hon er ikki altíð.

Fyrigeving fæst fyri synd og misbrot, MEN ikki fyri at hava vanvirt vitjunartíðina.

Grætur Jesus um teg, ella gleðist hann??

Nú er lagaliga løta,

hirðans rødd her kallar teg;

opin stendur lívsins gøta,

– atgongd frí á himnaveg!

Kemur tú, kemur tú

hesa lagaligu løtu

LES EISINI  Bíbliatími: Bøn fyri sjúkum og grøðing

inn á lívsins himnagøtu,

– burt úr glatan – inn til Gud?

Ms. 297

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina