Lat okkum øll biðja

Vit takka tær fyri umbæri, varðveitslu og alt gott í farna ári, fyri landafrið og allar tímiligar gávur, men fram um alt fyri, at tú hevur varðveitt okkum í trúnni, so at vit kunnu byrja hetta nýggja árið í Jesu vælsignaða navni.

Vit biðja fyri teimum, sum hava tað ringt, teimum neyðstøddu og fátæku, teimum, sum fingu sorg og sakn at bera, teimum, sum stúra fyri framtíðini, og teimum vónsviknu. Umgirð tey við kærleikans ljósi tínum og gev teimum vón og lívsmót av nýggjum.

Vælsigna kirkju tína í fólki okkara og um allan heimin. Lat tað ljósið, sum tú kveikti, tá ið sonur tín kom til jarðar, lýsa fyri okkum og øllum fólkum á fold.

Varðveit fólk okkara bæði á sjógvi, á landi og í flogferðslu. Halt verndarhond tína yvir øllum fólkasløgum og londum.

Leiðbein tú tey, sum eru sett til at stýra og ráða. Ver við løgtingi og landsstýri, løgmanni og húsi hansara, kongi og húsi hansara.

LES EISINI  Gudstænasta: Bøn fyri Ukraina

Gud, tú, sum ræður yvir øldum og tíðum og ert Gud um allar ævir. Lat tú okkum mitt í hesum forgeingiliga lívi eiga lut í hinum æviga lívinum við trúnni á teg. Og tá ið lívið her í verð er at enda komið, ver tú tá, ævigi Gud, várt alt og várt einasta.

Hoyr okkum í Jesu navni! Amen

Áheitan frá Føroysku Sjómansmissiónini

Takk fyri forbøn!

Flestu føroyingar, sum biðja dagliga til Guds, biðja eisini fyri sjófólkinum. Takk fyri tað. Gud hoyrir bøn og signar tey, biðið verður fyri og signar tey biðjandi.

Eftir sera tristu spreingivanlukkuna umborð á Glyvursnesi í gjárkvøldið, har tríggir maskinmenn fingu skaða, ein teirra er deyður og ein annar er álvarsliga skaddur, verður takka fyri forbøn fyri teimum, familjum teirra og manningini!

Í gjárkvøldið skrivaði reiðaríðið soleiðis: “Eldurin umborð á Glyvursnesi er sløktur eftir spreingingina fyrr í kvøld. Tríggir av manningini vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi, og hóast lívbjargandi viðgerð andaðist ein teirra. Avvarðandi hava fingið boð,” skrivar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, í tíðindaskrivi.

LES EISINI  Forbiðjarin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina