Leguhúsið í Nesvík skal hava nýggj vindeygu
Í ár eru 30 ár liðin síðani Leguhúsið í Nesvík varð tikið í nýtslu. Øll hesi árini hava tíggjutúsundatals børn, ung og vaksin luttikið í legum og øðrum tiltøkum, har tey hava notið gott av góðu umstøðunum á staðnum. Børnini, sum vóru á fyrstu legunum eru langt síðani vorðin vaksin og nú eru tað børn hjá teimum, sum vit síggja á legum í Nesvík.
Men, tíðarinnar tonn setur ikki einans síni spor á okkum menniskju. Leguhúsið eldist eisini, og tað skal nógv arbeiði og av og á stórar íløgur til fyri at tryggja, at komandi ættarlið eisini fáa somu góðu møguleikar at vaksa saman við Kristi. Tí verður allatíðina arbeitt við at dagføra bygningin.
Og í ár er tíðin komin til eina av teimum dýru, men samstundis ógvuliga neyðugu, dagføringunum. Øll vindeygu í eldra partinum av Leguhúsinum skulu skiftast út. Eftir 30 ár í trúgvari tænastu er neyðugt at skifta tey út, tí tíðin setur síni spor. Samstundis hava tilvitanin um umhvørvið og høgu oljuprísirnir ført til, at tað er neyðugt at gera ábøtur, sum kunnu minka um oljunýtsluna.
Nýggj orkusparandi vindeygu eru uttan iva við til at bygningurin verður munandi betri bjálvaður. Hetta gevur í sjálvur sær eina sparing í oljunýtslu, men kann eisini vera við til at bøta um fíggjarliga partin av arbeiðnum við at leggja um frá olju til jarðhita.
Tey ungu gingu fremst
Tað kostar uml. 1,25 milliónir at skifta øll vindeyguni út. Hetta eru nógvir pengar, og tí er neyðugt, at allir vinirnir hjá Leguhúsinum standa saman um at lyfta fíggjarliga.
Innsavnanin til nýggju vindeyguni byrjaði til Ársmøtið 6. mai, har tað bar til at stuðla. Hendan dagin vóru tað serliga tey ungu, sum fóru djúpt í lumman, tí aftaná ungdómsmøtið lótu tey meira enn 36.000 kr. í gávum til verkætlanina. Hetta var eitt sera flott úrslit og eisini ein vitnisburður um at Leguhúsið í Nesvík framvegis er ein týðandi partur av arbeiðnum millum yngru ættarliðini í Føroyum.
1% av einum vindeyga
Eitt vindeyga kostar í miðal 18.000 kr. So um 100 fólk geva 180 kr. í part ber til at keypa eitt nýtt vindeyga. Hetta er júst tankin við innsavnanini, har tað verður eggjað fólki at keypa 1% av einum vindeyga til Leguhúsið.
Men nógv velja at geva 2, 5 ella 10 prosent í stuðli. Tað er sjálvandi upp til hvønn einstakan, hvussu nógv hann ella hon hevur hug at stuðla við. Onkur einstaklingur hevur stuðlað við einum heilum vindeyga, sum onnur eisini eru hjartaliga vælkomin at gera.
Innsavnanin heldur fram restina av árini, og fólk eru vælkomin at flyta eina gávu á konto 9181-120.251.2 og viðmerkja “Vindeygu”.