Leiðarin fyri bumbaða kirkju á Sri Lanka fyrigevur álopsmonnunum
Ein av kirkjunum, sum yvirgangsmenn lupu á páskamorgun, var Zion’s Church í býnum Batticaloa á eysturstrondini. Í hesi kirkjuni doyðu 28 fólk, meira enn 125 vórðu særd, og summi teirra eru enn í lívshættisligari støðu; og tað er hesi kirkju, sum neyðhjálparinnsavningin í Føroyum miðar eftir at hjálpa.
Stutta filmsbrotið er ein samrøða við prestin í Zion’s Church, Roshan Mahesen. Upptøkan varð gjørd 26. apríl. Í hjartanemandi samrøðuni vendir hann sær til teirra, sum stóðu aftanfyri álopið, og bjóðar teimum fyrigeving. Eisini takkar hann vegna ofrini øllum, sum biðja fyri teimum og stuðla teimum:
– Vit eru særd. Vit eru eisini ill. Men kortini siga vit – sum seniorpastorur í Zion’s Church í Batticaloa, øll meinigheitin og hvør familja, sum er rakt – við sjálvmorðsbumbumannin og eisini við bólkin, sum sendi sjálvmorðsbumbumannin, at vit elska tykkum og fyrigeva tykkum; uttan mun til hvat tit hava gjørt okkum, elska vit tykkum, tí vit trúgva á Harran Jesus Kristus, segði Roshan og legði afturat:
– Jesus Kristus segði á krossinum: Faðir, fyrigev teimum, tí at teir vita ikki, hvat teir gera. Vit, sum fylgja í fótasporum Jesusar, siga eisini við Harran: Fyrigev hesum fólkum.
At enda segði Roshan, at tey vilja standa fast og halda fram við tí missión, sum Harrin hevur kallað tey til, og at tey eru til reiðar.