Leiðslubroytingar í missiónshúsinum í Skálavík: Nýggi formaðurin hevur spennandi ætlanir

Missiónsvikan, sum byrjar í kvøld, verður tann seinasta, sum Sólrun Christiansen skipar fyri. Sólrun hevur verið sera virkin í missiónsarbeiðinum og gingið á odda seinastu 40 árini. Umframt at skipa fyri missiónsvikum, talarum, baking og at tryggja, at húsið er í góðum standi, hevði hon eisini í mong ár sunnudagsskúla í bygdini.

1. desember 2018 tekur Poul Jákup Thomsen við sum formaður í missiónshúsinum í Skálavík. Poul Jákup og konan, sum hava búð á Skarvanesi seinastu 15 árini, eru í gongd við at byggja sær eina eldraíbúð í Skálavík.

Spurdur, hvørjar ætlanir hann hevur, sigur Poul Jákup fyrst, at hann metir, at Skálavík er ein góð bygd at flyta til og at mong onnur eisini fara at flyta til Skálavíkar, nú tunnilsarbeiðið av álvara er farið í gongd. Hann roknar tí við, at tað verður eitt virkið lív í bygdini við góðum virksemi og trivnaði.

Í missiónshúsinum hevur hann ætlanir um at byrja við at hava ‘Orðið á borðið’ hvønnn fríggjadag klokkan 9.30 fyri allar menn í Sandoynni.

LES EISINI  Tíðindi frá missiónshúsum

– Vit hava frálíka tiltakið í Vági sum fyrimynd, og fara at byrja við kaffi og rundstykkjum. Síðani syngja vit nakrar sálmar og sangir saman við harmonikuni og hava andakt. Eisini er ætlanin, at onkur skal siga frá onkrari serligari uppliving, teir hava havt á landi ella sjógvi. Vit hava fingið hjálp frá fólki í Vági at fyrireika arbeiðið! Vit vóna, at sangurin skjótt fer at gerast so góður, at vit til dømis kunnu fara út til ellisheimini at syngja fyri fólki, sigur Poul Jákup. Hann vónar, at hetta verður eitt tiltak, sum menn úr allari oynni taka undir við, til gleði fyri øll.

Poul Jákup leggur afturat, at komandi ár er ætlanin at skipa fyri bíbliulestri eitt kvøld um vikuna, fyri øll í oynni, sum hava hug.

– Tað er lætt at taka yvir leiðsluna frá Sólrun, tí arbeiðið, hon hevur latið úr hondum, er gott. Til dømis er húsið í góðum standi, og eingin skuld er í húsinum. Tað er eitt bragd, sigur Poul Jákup.

LES EISINI  Missiónsvikan í Skálavík byrjar í annaðkvøld

Poul Jákup sigur, at einki ljóðanlegg, sjónvørpa, lørift, telda ella teleslynga eru í missiónshúsinum, og nú verður farið í gongd beinanvegin at savna inn 80.000 krónur til hesa teknisku útgerð.
– Hetta skal lætta arbeiðið og geva nýggjar møguleikar fyri til dømis undirvísing, bíbliutímum, sunnudagsskúla og at vísa sálmarnar upp á stórskíggja. Møguligt skal til dømis eisini vera at stroyma sendingar aðrastaðni frá, so at fólk í Skálavík kunnu koma í missiónshúsið at lurta og hyggja eftir til dømis stórmøtunum hjá Heimamissiónini ella øðrum viðkomandi tiltøkum kring landið, sigur Poul Jákup Thomsen at enda.

Missiónsvikan í Skálavík byrjar í kvøld og heldur fram til sunnukvøldið:

Mikukvøldið 14. november kl. 19:00:

Marius Müller úr Havn talar, og heimligar sangkreftir syngja.

Hóskvøldið 15. november kl. 19:00:

Havstein Klein, prestur, talar. Heimligar sangkreftir syngja.

Fríggjakvøldið 16. november kl. 19:00:

Leo-Hans Mikkelsen talar saman við fólki úr Sørvági.

Leygarkvøldið 17. november kl. 19:00:

Fólk úr Argjakórinum tala og syngja.

LES EISINI  Nýggir tónar í Skálavík

Sunnukvøldið 18. november kl. 19:00:

Óli Poulsen talar saman við fólki úr Klaksvík

Leygar- og sunnukvøldið verður innsavnan til húsið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina