Lesa ikki bíbliuna, lesa tey trúgvandi …

Vit kunnu geva fólki eina smakkroynd av Jesusi umvegis okkara gerðir

Eg eri sera glað fyri tekstin í einum gomlum sangi, ið ber heitið, Credibility.
Tey syngja: “They don´t care how much we know, unless they know how much we care.” (Tey leggi onki í, hvussu nógv vit vita, um tey ikki vita, hvussu nógv vit brýggja okkum)

“Some people mark their Bibles, but their Bibles don’t mark them.”

Umsorgan fram um sannførslu
Vit, ið hava áhuga í eini skilvísari sannførslu(argumentatión), vilja fegin sannføra fólk um, at Gud veruliga finst við at nýta góðar grundgevingar. Eg trúgvi, tað hevur stóran týdning at hava góðar grundgevingar fyri ta lívsfatan, vi nú hava, so vit ikki bara hava eina blinda trúgv. Men í møtinum við onnur menniskju mugu vit minnast til, at tað mest týðandi, sum vit kunnu gera, er at vísa, at vit av heilum huga eru góð við og brýggja okkum um tey. Tí sonn umsorgan hevur munandi størri týdning enn allar sannførslur, vit kunnu koma við. Hví skulu menniskju lurta eftir okkara góðu grundgevingum, at kristindómurin er sannleikin, um vit ikki liva eitt lív, sum um boðskapurin, vit bera, er sannur?

“Some people mark their Bibles, but their Bibles don’t mark them.” (Nøkur fólk marka teirra Bíbliu, men teirra Bíbliur merkja ikki tey.) Álvarslig orð, ið vísa, at tað er ósamsvar millum orð og gerð.

Integritetur og trúvirði
Teksturin í sanginum heldur fram, “They don’t read the holy book, all they do is take a look into our integrity, try to find credibility.” (Tey lesa ikki halgubók, tað tey gera er at hyggja at okkar integriteti og royna at finna trúvirði har.)

Vit kunnu ikki vænta, at ikki kristin lesa Bíbliuna og har finna út av, hvør Gud er. Men tey lesa okkum av gjøgnum okkara gerðir. Sum kristin eru við umboð fyri Gud. Tá vit vísa sannan kærleika mótvegis menniskjum, og í roynd og veru leggja í onnur, ja, so luta vit kærleikan víðari, sum Gud hevur til eitt og hvørt menniskja. Kærleikan, sum hann hevur givið okkum.

Veldigi kærleikin
Og hvat er so serligt við hesum kærleika? Tey flestu eru helst samd við mær, at kærleikin er nakað gott. Mótsett instinktivur kærleiki, sum vit øll hava til menniskju, sum vit eru glað fyri og sum eru glað fyri okkum, so toyggir hesin kærleikin seg nógv longur. Hann nær eisini tey, sum tað kennist ónáttúrligt fyri okkum at vera góð við.

Hví skulu vit tosa blítt og vakurt um tey, sum vit vita spilla okkum út? Hví skulu vit vera vinarlig móti teimum, sum eru óblíð mótvegis okkum? Hví skulu vit taka tey við, sum ikki tóku okkum við? Tí okkara fyrimynd og Meistari er Jesus. Jesus gjørdi tað størsta av øllum ofrum og gav lív sítt fyri øll menniskju, meðan vit enn traðkaðu á hann. Og hann vísti okkum ein betri veg enn tann náttúrliga lógin at løna øðrum tað aftur. (Matt.5,43-47)

Gerðirnar vátta boðskapin
Vit sum siga okkum hava Jesus sum okkara fyrimynd, vit eiga við okkara gerðum at geva fólki eina smakkroynd av, hvør Jesus er.

Sjálvandi mugu vit ikki gera hetta til ein sovikodda, sum vit lena okkum upp ímóti fyri at sleppa undan at fara út í tað óvanda fyri at boða øðrum gleðiboðskapin um Jesus. Góðar gerðir kunnu ikki koma í staðin fyri, at vit luta gleðiboðskapin til onnur, tí hvussu skuldu tey tá fingið at vita, hvør ið er upphavið til tann kærleikan, vit bera fram?

Men góðar gerðir eiga at vátta og ganga hond í hond við góða boðskapin, vit bera fram.
Utsyn: Aase Victoria Wangen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina