Lestur til miðføstu sunnudagur

Úr: Orð títt er sannleikin. Prædikur eftir John S. Myllhamar

Rit at prenta:
Uppskot til heimalestur
Lestur til miðføstu sunnudagur

Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannes evangelistur í 6. kapitli, ørindini 35-51:

  • Jesus segði við teir: «Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta. Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæð meg og trúgva tó ikki. Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. Tí at eg eri komin niður av himni, ikki fyri at gera vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg. Men hetta er vilji hansara, sum sendi meg, at av øllum tí, sum hann hevur givið mær, skal eg einki missa, men eg skal reisa tað upp á evsta degi. Tí at hetta er vilji faðirs míns, at hvør tann, sum sær sonin og trýr á hann, skal hava ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi.»  Tá ilskaðust Jødarnir á hann, tí at hann segði: «Eg eri tað breyðið, sum kom niður av himni.» Og teir søgdu: «Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna bæði faðir og móður at? Hvussu kann hann tá siga: «Eg eri komin niður av himni?» »  Jesus svaraði og segði við teir: «Ilskist ikki tykkara millum! Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. Skrivað er hjá profetunum: «Og teir skulu allir verða upplærdir av Guði.» Ein og hvør, sum hevur hoyrt av faðirinum og lært, kemur til mín.  Ikki so at nakar hevur sæð faðirin uttan hann, sum er frá Guði, hann hevur sæð faðirin. Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum trýr, hevur ævigt lív. Eg eri lívsins breyð. Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu. Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja. Eg eri hitt livandi breyðið, sum kom niður av himni; um nakar etur av hesum breyði, skal hann liva allar ævir; og breyðið, sum eg skal geva, er hold mítt, sum eg skal geva heiminum til lívs.»

Sagt verður um nakrar tápulingar, at teir ein dagin sótu og hugdu at einum breyði og kjakaðust óført, hvat hetta mundi vera – um hetta nú veruliga var breyð. Ein skilagóður eldri maður, ið kom framvið og hoyrdi kjakið teirra millum, helt fyri, at bestu ráðini at finna útav, um talan var um breyð, var at eta tað.

Vit smílast at hesum monnum. Men eru tað ikki mong menniskju, sum líkjast teimum? Eru tað ikki mong, ið sita og kjakast um, hvør hesin Jesus er – kjakast um orð og sakramenti hansara? Hesin hevur eina áskoðan, hasin eina aðra. Tey hava ongantíð smakkað, hvør og hvussu hann er. Hann er ongantíð vorðin føði fyri sál teirra.

Men tað var júst tí, at hann kom her niður til okkara: Breyðið frá Guði er tað, sum kemur niður av himni og gevur heiminum lív. Jesus er hetta lívsins breyð. Hann kom ikki til jarðar til tess at gerast høvuðspersónur í einari vakrari, átrúnaligari søgu. Ikki heldur bara fyri at vera ein lærari ella fyri at vera okkum eitt gott fyridømi, vit kunnu fylgja. Vit vóru øll glatað, um hetta var uppgáva hansara. Nei, hann kom til okkara til tess at vera breyðið frá Guði, fyri at metta allar hungrandi sálir við tí æviga lívinum.

Øll, sum trúgva á hann, hava gjørt hesa sannroynd. Hann gjørdist teimum lívsins breyð. Hann mettaði teirra hungrandi sál og longsil. Hann fekk stynjandi hjørtu at tagna. Soleiðis heldur hann fram at koma. Á tann hátt skilir hann seg frá øllum øðrum átrúnaði í heiminum.

Breyð kenna vit av tí, at vit fáa tað aftur og aftur. Vit kunnu ikki vera tað fyri uttan. Umframt hetta so hevur breyðið tann eginleika, at vit verða ongantíð troytt av tí. Ein kristin menniskja hevur somu eginleikar. Vit kunnu hugsa okkum eitt menniskja, sum lesur til eitt ella annað. Tá ið hesin er útlærdur, er hann liðugur. So dugir hann tað. Og hann kennir onga trongd til at seta seg aftur á skúlabonk at lesa tað sama umaftur, ið hann hevur lært. Øðrvísi er við Jesusi Kristi.

Tað, sum eitt Kristin veit um hann, kann hann aftur og aftur hoyra ella lesa um. Og kortini kennir hann trongd til at hoyra og lesa tað umaftur og umaftur. Hann kann ikki einaferð med alla læra tað uttanat. Nei, tað hevur somu eginleikar sum breyðið. Sálin brúkar tað upp, og so má hann fáa meir av tí.

Ella hugsa tær, um tú skuldi lisið somu bók ella hoyrt somu søgu fleiri ferðir. Eingin ivi um, at tú innan stutta tíð hevði gjørst troyttur av hesum. Men ein kristin kann hoyra Guðs orð umaftur og umaftur alt lívið. Tað er nýtt og frískt hvørja ferð.

Eg eri lívsins breyð. Í hesum orðum liggur so tann veruleiki, at skild frá Jesusi doyggja vit av svongd. Er tað satt? Kunnu menniskju ikki mæla ímóti hesum. Tí mong menniskju liva eitt eydnuríkt lív, um tey ikki trúgva á hann. Nei, tað ber ikki til at mótmæla hesum. Orð hansara verður verandi. Lívsins sannleiki er í Kristusi.

Eg eri lívsins breyð. Ógjørligt er at brýna teir hvøssu kantarnar av hesum orði; vit mugu lata tað standa. Uttan meg doyggja tit í hungri, sigur Jesus okkum í dag. Í trúnni á meg verður tykkara djúpasti og innasti longsul nøktaður. Trúgva vit ikki Jesusi, eru vit líka óvís, sum menninir, vit hoyrdu um at byrja við.

Dagliga hoyra vit um lond, har hungursneyð herjar. Hjálparfelagsskapir koma javnan við áheitanum á okkum um at hjálpa alt tað, vit kunnu. Og flest øll gera tað við gleði. Nógv hjálp verður send til hungursrakt øki í fátækum og krígsherjaðum londum. Enn skilja fólk í okkara parti av heiminum, hóast vit liva í yvirflóð, orðatakið, at hungur er eitt hvast svørð. Í slíkum førum brúka flestu menniskju sum oftast sítt skil, og hjarta blotnar, tá ið sagt verður frá tímiligari neyð og fátækdømi kring um í heiminum.

Er tørvurin á dagligum breyði  kring heimin, fyri at mennsikju ikki skulu svølta íhel, er ikki minni neyðugt við lívsins breyði. Og her er ikki bara talan um øki, ið rakt eru av hungursneyð, men eisini um okkara part av heiminum. Tað eru mong menniskju, sum líða andaligt hungur. Tey vita um ein, ið nevnist Jesus. Tey liva har, ið nóg mikið av andaligari føði fæst, men kenna hann kortini ikki. Hava ongantíð smakkað, at Harrin er góður. Tey líkjast monnunum, ið sótu rundanum breyðið og kjakaðust um, hvat tað mundi vera, men royndu tað ikki.

Tí verður eisini í hesum teksti óbeinleiðis heitt á okkum um trúboðan. Sagt verður við øll Guðs vitnir á jørð: Rætt hini hungrandi sálini lívsins breyð. Ikki hvat sum helst, ella tað, ið smakkar væl, men, sum eingi føðsluevni eru í. Men breyðið, hitt einfalda orðið um Jesu krossdeyða og uppreisn. Og tá ið tú rættir teimum breyðið, skal tú siga: Tak og et hetta! Menniskju vera ikki mett av at standa og hyggja at breyðinum, at tosa ella bara hoyra um tað. Men tey mega taka tað til sín. Metta sál teirra og tína egnu við hinum livandi breyðinum, ið kemur niður av himli. Tú fært tað í orðinum, tað verður rætt tær við altarborðið. Breyðið frá himli verður ongantíð uppi.

Í tekstinum í dag sigur Jesus eisini tey kendu orðini: Tann, ið kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. Hetta samsvarar væl við, at hann hevur nakað at geva okkum. Hann biður okkum ikki koma, uttan at hann eisini hevur nakað til okkara.

Einferð segði Jesus, at hann skal draga øll til sín. Tað orðið sigur, í hvussu so er, nakað um, at so koyrir hann okkum ikki burtur aftur frá sær. Hann er sum móðurin, ið vil, at børn hennara koma heim eftir dagsins leik, koma heim at fáa sær mat, koma til hennara at siga, hvat teimum tørvar, koma heim at sova og at hvíla.

Tá ið onnur læsa dyrnar, tí tey vilja hava frið, letur Jesus tær upp á víðan vegg, tí hann vil ikki hava frið fyri okkum. Tann, ið kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. Hvar kunnu vit koma til hansara? Tann, ið kemur til altars, vil eg als ikki reka burtur. Har reiðir hann borð fyri øllum menniskjum. Hann stendur har og biður teg sessast, hvar tú vilt, og taka ímóti góðu gávum hansara. Øll fáa líka, og øll fáa tað sama – tað besta: Jesu Kristi likam og blóð.

At koma til hansara er eisini at koma við bønum okkara. Ikki bara við teimum bønum, har orðini eru væl vald og ljóða fróm, men eisini hini ivandi bønini frá einari hungrandi mannasál. Við neyðarrópinum um náði og frelsu. Ella við hinum veika suffinum, sum bankar á Guðs faðir hjarta, tað hjarta, sum altíð hoyrir og svarar.

Eingin í heiminum er ríkari enn eitt Guðs barn. Tað hevur ein faðir at koma til, sum onga tíð rekur tað burtur, og tað eigur eitt heim, har føðin er lívsins breyð. Amen.