Lestur til pálmasunnudag
Úr “Orð títt er sannleikin” eftir John Myllhamar
Onnur tekstarøð
Rit at prenta:
Lestur til Pálmasunnudag
Uppskot til heimalestur
Pálmasunnudagur
Og meðan hann var í Betániu, inni hjá Símuni hinum spitalska, og sat til borðs, kom har ein kvinna við eini alabastur-krukku av reinari, sera dýrabarari nardus-salvu; og hon breyt alabastur-krukkuna sundur og helti salvuna út yvir høvur hansara. Men har vóru nakrir, ið ilskaðust og hildu hvør við annan: »Hvat skal henda salvan verða spilt burtur til? Tí at henda salvan kundi verið seld fyri meir enn trý hundrað denarar og givin fátækum.« Og teir deildu hana. Men Jesus segði: »Latið hana fáa frið! Hví gera tit henni ónáðir? Hon hevur gjørt eina góða gerð ímóti mær. Tí at fátæk hava tit altíð hjá tykkum, og tit kunnu gera væl ímóti teimum, nær tit vilja; men meg hava tit ikki altíð. Hon gjørdi tað, sum hon kundi; hon hevur frammanundan salvað likam mítt til jarðarferðina. Og sanniliga sigi eg tykkum, hvar sum helst um allan heimin gleðiboðskapurin verður boðaður, har skal eisini tað, sum hon gjørdi, verða frásagt til áminningar um hana.« Mark 14, 3-9
Danska sjónvarpið gjørdi einaferð sending um fólkakirkjuna og bygnað hennara. Um ovurhonds kostnaðin av nýggjum kirkjubygningum og ymiskum hentleikum, sum tíðin nú einaferð krevur. Sendingin var gjørd við tí fyri eyga, at síggjararnir skuldu sita eftir við teirri fatan, at søplanin av peningi er øgilig, tá ið talan er um kirkjuna. Sendingin elvdi eisini til mikið kjak um tað marglæti og tað oyðsl, sum kirkjan er, og sum hon kostar borgarunum.
Nú kann altíð verða mett um, hvat er neyðugt, og hvat er óneyðugt, tá ið kirkjur skulu byggjast ella umvælast. Møguliga er tað okkurt, sum kundi verið øðrvísi og er óneyðugt. Men vit kenna søgurnar aftur. Tær eru bæði gamlar og nýggjar. Er tað ikki høpisleyst at reisa stásilig tempul fyri tíggjutals milliónir? Er tað ikki burturvið at byggja kirkjur í lítla landinum Føroyar, sum eru eins kostnaðarmiklar og fimm-stjørnu hotel? Líkist tað nøkrum at ofra hundrað túsund tals krónur til viðlíkahald av deyðum kirkjubygningum, sum ofta bara vera brúktir fáar tímar um vikuna? Kundi ikki hesin peningur verði brúktur til okkurt meira skilagott, eitt nú at metta túsundtals svøltandi og fingið teimum tak yvir høvdið? Jú, vit menniskju føra fram okkara vælljóðandi grundgevingar, tá ið finnast skal at.
Tað var judassinnið, ið fanst at Mariu, at hon ofraði krukkuna við tí dýrabara smyrslinum uppá Jesus. Hetta var marglæti. Hvussu nógv gott kundi ikki verið gjørt fyri tey fátæku við tí, sum her fór til spillis! Mundi Judas hava so stóra umsorgan fyri teimum fátæku? Tað ljóðaði so frómt og kensluborðið, ja, orð hansara fingu nærum øll at tára. Men hevði hann so stóra umsorgan fyri fátækum, var møguleiki alt lívið at fremja hann.
Segði Jesus hesi orðini, tí hann einki legði í menniskju, sum vóru í neyð? Nei, hann hevði sum nakar umsorgan fyri teimum fátæku. Hann gloymdi sanniliga ikki tey. Men sum hann gjørdist glaður um tað, ið Maria gjørdi, og hann tryggjaði seg við orðum sínum, at tann gerningur, ið hon hevði gjørt, skuldi minnast, so leingi heimurin stendur. Hann reisti ein minnisvarða yvir hennara kærleiksgerning móti sær, ein varða, sum skuldi síggjast út um allan heimin. Gamli prædikuteksturin í dag ber boð um hetta.
Nær reistu vit Gudi nakað til heiðurs, ið var ov dýrabart og stásiligt? Ongantíð. Og tað kunnu vit heldur ongantíð. Hvussu nógv vit lótu av heimsins ríkidømi, so var tað einki at rokna móti tí, sum hann hevur ofrað fyri okkum. Nær ofraðu vit ov nógv til Jesus? Hvussu nógv ofraði hann fyri at vinna okkum ævigt lív?
Atfinningarsama judassinnið hevur altíð gjørt vart við seg. Tað kemur eisini við sínum ofta væl undirbygdu grundgevingum: Kunnu tíð og peningur ikki brúkast til okkurt annað? Kann tað ikki gerast bíligari.
So nógv, ið brúkt verður í Guds ríkis arbeiði, kundi verið gjørt fyri nógv minni pening og er ofta heilt burturvið, halda mong. Hví brúka langa tíð at biðja og at ganga í kirkju og á møti? Heimurin heldur hetta vera at spilla tíðina, spilla dýrabart smyrsl. Hvussu nógv annað gott kundi hendan tíð, orka og peningur ikki verið brúkt til? Soleiðis heldur judassinnið, ið ikki skilir, at hetta er marglæti av øðrum slag, sum skapar gleði í himmiríki, tí tað er ein fylgja av trúgv, tøkk og tilbiðan. Eingin gerningur er ov góður og dýrur at ofra Gudi. Jesus góðtekur tað, ið kvinnan ger, ja, hann gleðist um, at hon brýtur krukkuna og oyðslar tað dýra smyrslið uppá hann. Hann frøist um, at tað lítla ytra fer í sor fyri at ofra tað dýrabara innara.
Hvat er ein góður gerningur? Tað er ein gerningur, har bara Gud fær heiðurin. Har vit ikki kanna okkum tær góðu gerðirnar. Ein góður gerningur er hann, ið gjørdur verður fyri Kristi skyld. Ikki fyri okkara skyld at vinna okkum sælu við. Ein góður gerningur sprettur av takksemiskenslu móti honum, ið vit skylda alt. Ein góður gerningur er, at vit til fulnar geva okkum sjálv. Hon hevur gjørt ein góðan gerning, hon gjørdi alt hon kundi, segði Jesus um Mariu. Og hevur hon sostatt skrivað navn sítt í søguna.
Hvat var tað, hon gjørdi, ið gleddi Jesus so nógv? Hon gjørdi nakað í hvussu so er. Løtan var brúkt, meðan hon hevði hana. Óivað var ymiskt, sum kundi halda henni aftur: Hví beint nú? Bíða til næstu ferð, tá ið hann kemur aftur úr Jerúsalem. Einki er at skunda sær til. Og tó. Um tað nú verður seinastu ferð. Hann hevði eisini beint tá sagt: Meg hava tit ikki altíð hjá tykkum. Tað skoytti hann uppí, tá ið hann svaraði Judasi, at teimum fátæku verður nóg mikið av, so leingi heimurin stendur. Teimum kunnu tit altíð hjálpa – og hjálpið teimum!
Maria brúkti eisini løtuna, meðan hon var, tí Jesus kom ongantíð aftur úr Jerúsalem. Við Sakeus segði hann á hesi somu ferð síni: Í dag má eg koma at gista í húsi tínum! Hví mátti hann í dag? Tí hetta var seinasti møguleiki. Hann kom ongantíð aftur úr Jerúsalem.
Jú, tað er satt, sum Jesus sigur: Meg hava tit ikki altíð hjá tykkum. Har afturímóti er tað nakað annað, vit altíð hava, tey fátæku. Vesaldómur verður altíð á jørðini. Deyðin er her altíð, sjúk og brekað eru altíð. Kríggj og órættur er altíð. Men Guds náði vitjar okkum, tá ið hann vil tað. Tað er av stórum týdningi at gera sær greitt, hvat ein altíð kann, og nær ein má nýta høvi, tá ið tað býðst. Glatast kunnu vit altíð, men venda um kunnu vit ikki altíð. Doyggja kunnu vit altíð, men liva kunnu vit ikki altíð. Tæna hinum illa kunnu vit altíð, men tæna Jesusi kunnu vit ikki altíð. Detta niður í gryvjuna kunnu vit altíð, men klatra upp aftur kunnu vit ikki altíð.
Mong menniskju gjørdu eins og konan í tekstinum í dag. Tað vóru løtur, tá ið Gud var teimum so nær, at tey skiltu: Nú er mín løta at takka honum við at geva lív mítt í hendur hansara. Og so var alt annað við menniskjum sett til viks. So máttu menniskju siga, hvat tey vildu.
Vit hava nógv at læra av kvinnuni í hesum teksti, bæði á ein og annan hátt. Ikki minst í dag, hvar vit brúka nógva tíð og nógvan pening til alt møguliga annað enn Gud og tað, ið er hansara. Konan var ikki bangin at ofra trýhundrað denarar, sum var nógvur peningur. Hon ivaðist ikki, tá ið tað var Jesus, tað galt. Okkurt skal altíð ofrast, um Gud skal trúgva á okkara kærleika. Men tá ið tað er um Gud, tað ræður, er pengapungurin ofta trekur at fáa upp, afturímóti tá ið tað er okkara egni tørvur, ið skal nøktast. Tað er ikki altíð angin av dýrum Jesussmyrsli, ið fyllir hús okkara.
Um nakrar dagar hava vit langa fríggjadag. Tann gávan, ið Gud ofraði okkum har, var so dýr, at øll heimsins tempul, hvussu full tey eru av marglæti, og hvussu fagurt tey eru skrýtt í gulli, eru at meta sum einki móti henni. Tey eru deyðir lutir. Gud gav einborna son sín í deyðan. Hann ofraði við tí allan himmalin fyri at vinna okkum æviga sælu.
At tøma seg sjálvan fyri onnur verður ongastaðni so klárt opinberað heiminum sum langa fríggjadag á krossinum. Har er tað ikki kostnaðarmikil nardussalva, ið verður helt yvir eitt menniskja, men dýrabara blóð Krists, sum Gud tømir út yvir alla mannaættina til æviga frelsu. Tí er einki av tí, vit ofra, nakað vert í mun til tað, hann hevur givið.
Frá tí degi, Maria hevði valt hin góða lutin, gjørdist vár í hjarta hennara. Nú Jesus aftur vitjaði hana, skuldi eisini angin av vári og sumari fylla heim hennara. Hevur eitt menniskja valt Jesus, hin góða lutin, kemur alt annað av sær sjálvum. Guds andi fyllir hjartað við vári, sól og lovsongi. Gróður kemur í luftina, og av sær sjálvum kemur spurningurin: Hvat kann eg gera til tess at sýna mítt takksemi móti honum, ið eg skyldi alt? Men tá fær eitt menniskja eisini hug at fylla sína alabasturkrukku við dýrum vælangandi smyrsli – Jesus til æru. Salvast og krýnast skal høvur hansara, sum frelst hevur eina glataða mannaætt. Og salvast skulu heilagu føtur hansara, sum aldri gerast troyttir at bera heiminum gleðiboðskapin.
Allan heimin eiga vit at fylla við anganum av tí gleði, sum hann hevur borið í heim. Lat hetta fáa vald í hjørtum várum hendan pálmasunnudag. Tað er góð byrjan til stillu vikuna, sum vit nú fara inn í. Tá gleðist frelsari okkara um tað kristna sinnalagið, sum honum eydnaðist at skapa í okkum. Amen!