List, vitnisburður og nærvera í Gallarí Bibelland

Ummæli: Gallarí Bibelland, og ikki minst stigtakarin Gert Grube er ein áhugaverdur persónur. Møguliga eitt tað mest ódýra summarundirhaldið, men úrtøkan er stór.

Summarfrítíðina siðsta ár búðu vit nakrar dagar í lítla býnum, Brejning. Býurin liggur við Vejle Fjord og er umgyrdur av skógi og eini strond og er eitt frálíkt stað at vera í summarfrítíðini. Og mitt inni í býnum liggur eitt gamalt missiónshús. Tað er nú mong ár síðan, síðsta møtið varð hildið har í húsinum. Nú verður heldur koyrt til grannabýin, Børkop, fáar kilometrar longur fram eftir vegnum, har ein stórur og livandi felagsskapur av kristnum møtast í nýggjum missiónshúsi. Men hetta gamla húsið hevur enn sín stóra og týðandi leiklut her um leiðir. Í dag verður húsið rópt, Gallarí Bibelland.

Indre Mission eigur gallaríið og tann fasti parturin av framsýningini er av fleiri enn 40 skurðmyndum, gjørdar av listamanninum, tann nú 80 ára gamli, Gert Grube. Vit tosa um eitt lívsverk, ið fer aftur til sína fyrstu standmynd frá 1973. Í 1983 lat Grube sítt privata “Bibelland” upp í bústaði sínum í Gårslev nær Fredericia, har framsýningin av mongu standmyndum sínum hava verið eitt væl dámt ferðamál. Men tá hann setti fram ynski um, at standmyndirnar ikki skuldu spjaðast efter sín deyða, gav hann tær allar til Indre Mission.

LES EISINI  - Áðrenn eg veit av er tíðin flogin avstað

Gallaríið var ikki opið teir dagar, vit vóru í býnum, men á heimasíðuni kundu vit lesa, at tað var gjørligt at ringja og avtala tíð. So skuldi tú bert rinda eina symbolska upphædd upp á 25. kr fyri persón fyri at sleppa inn. Í vanligu upplatingartíðini sunnudagar er tað ókeypis at koma inn.

Vit ringdu upplýsta nummarið og fingu gjørt eina avtalu við Gert Grube. Hann er ein spennandi maður at hoyra. Tú kennir skjótt á tær, hvussu nógv listin og trúgvin hava at týða fyri hann, meðan hann vísir okkum runt og greiðir frá upplivingunum, hann hevur havt í samband við standmyndirnar og tey menniskju, hesar førdu hann til. Vit hoyra um børn og vaksin, sum á hvør sín hátt lærdu Gert Grube nakað um lívið við Kristusi.

Ein av hesum var ein blindur maður, ið vitjaði skapandi verkstaðið í gallarínum. Tað er eitt stað, klubbar og aðrir bólkar kunnu koma at arbeiða við trúnna á ein skapandi hátt. Blindi maðurin bað um at fáa eitt træsprek til at leggja leirið omaná staðin fyri eina snurribonk, tí ein slíkan hevði hann ikki kunnað stýrt. Eg spurdi so, hvør liturin á leirinum skuldi vera? Reytt, svaraði hann, og við sínum kenslusomu hondum myndaði hann nú Golgata, og opnu grøvina. Tað var so sterkt, sigur Gert Grube, og greiðir víðari frá, at um hann hevði havt eitt stórt virki, so hevði hann hópframleitt ta myndina heldur enn lítlu havfrúnna.

LES EISINI  Bókahyllin
Myndin er gjørd av einum blindum manni, tá hann vitjaði Gallarí Bibelland.

Ein av standmyndunum, vit standa og hyggja at, hevur fingið heitið, ”Gud bærer, når du beder”. Tá vit biða kunnu vit nerta við hondina, ið flytir jørðina, greiðir Gert Grube frá.
Tú hoyrir Gert Grube greiða frá um standmyndina her:


“Sum ein næmingur skrivaði í eina av okkara gestabókum í Bibelland, so er mangt og hvat her, ið ikki ber til at greiða frá við orðum, men har tað væl ber til við listini”. Tað er júst tað, eg havi upplivað hesi mongu árini, tá menniskju eru komin á vitjan fyri at síggja mínar standmyndir,” sigur Gert Grube, ið ofta hevur upplivað, at tey vitjandi hava kunnað sæð seg sjálvi og teirra lívssøgu í list hansara.

Okkara vitjan í Gallarí Bibelland vardi gott og væl ein tíma. Gert Grube hevði ikki skund. Tíð varð tikin til nærveru og samrøðu. Hann hevði nógvar vitnisburðar, hann fegin vildi luta við okkum og so sluppu vit ikki avstað aftur, fyrr enn vit høvdu fingið kaffi. Tá varð aftur tíð at halda á við prátinum. Tí vit máttu eisini hoyra eitt sindur um bøkur hansara, og ymiskt annað, fyrrverandi yvirlærarin hevði at greiða okkum frá.

Tá vit aftur komu út í sólina og summarhitan høvdu vit meira við, enn vit høvdu kunnað ímynda okkum, áðrenn vit komu. Um tú kemur til Danmarkar í summar, so kann eg trygt viðmæla tykkum eina vitjan í Gallarí Bibelland.

Gallarí og frágreiðing Gert Grubes fær karakterin: Vert at koyra eftir, hóast tú ikki ert í grannalagnum. Tær 25 kr hvør (+10 kr fyri kaffið), er í roynd og veru ein alt ov lágt settur prísur fyri hetta.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina