“Liv lívið” skipar fyri ungdómskafé í Skjólinum í Havn leygarkvøldið

Fyri ung í aldrinum 15-30 ár verður eitt mega feitt og hugnaligt kafékvøld í Skjólinum í Kongagøtu 8 í Havn leygarkvøldið 7. desember frá klokkan 23, og tiltakið heldur fram, so leingi fólk eru. Tað er verkætlanin “Liv lívið” hjá Bláa Krossi Føroya, ið skipar fyri.

Tað verður pizza og chips (french fries) og annað gott at eta. Anton Liljedahl fer at syngja og spæla.

LES EISINI  Peruarar við bryggju í Hvalvík: Fegnir fyri bílig klæðir
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina