Lýsing eftir volontøri

Tað er nógv ferð á barnaarbeiði okkara, og tí leita vit eftir volontøri innan barna- og familjuøkið. Hetta økið er bæði stórt, spennandi, mennandi og avbjóðandi. Sum volontørur hevur tú møguleika til í stóran mun at tillaga arbeiðið, so tað hóskar til tíni evni og ynskir.

Vit leita eftir onkrum, ið hevur hug at vera saman við børnum, ungum og familjum. Tú verður partur av einum felagsskapi og fer sostatt at læra nýggj fólk at kenna. Ein tíð, sum kemur at menna teg sum persón. Tú kemur ikki at keða teg!

Sý fulla starvslýsing á leinkju niðanfyri.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina