“Maðurin við arrinum” – spennandi søga við fangandi boðskapi

Í gjár kom út bókin “Maðurin við arrinum”, sum Jóhan Henriksen í Klaksvík hevur týtt til føroyskt. Tað er viðurkendi norski rithøvundurin Kari Vinje, sum skrivaði, og bókin er eisini týdd til danskt og týskt.

“Maðurin við arrinum” er ein spennandi søga, sum fer fram í Noregi í 1943, tá seinni heimsbardagi leikar á og týskarar hava hersett Noreg. Vit hava spurt Jóhan, hvat bókin snýr seg um.

Jóhan greiðir frá, at bókin snýr seg um tveir vinmenn, Selmar og Bergur. Bergur er eitt sindur eldri enn Selmar og skal altíð vera eitt sindur betri enn hin. Men Bergur verður illa við, tá hann fortalar seg og sigur Selmari, at heima hjá teimum fjala tey eitt útvarp undir gólvinum í fjósinum. Trupulleikin er millum annað, at Selmar er næstan húsfólk á skúlanum, har týsku hermenninir búgva. Bergur fær tí Selmar at svørja við hondini á Bíbliuni, at hann ikki sigur tað fyri nøkrum. Í hesum sambandi fara teir báðir at kjakast um tann Gud, sum Bíblian snýr seg um, um hann er til ella ikki. Fyri at Selmar ikki skal siga nakað fyri týskarum, noyðist Bergur at fáa Selmar at gerast óvinur við týskarar. Tað eydnast, men tað eru týskararnir ikki nøgdir við. Spenningurin økist, og tað verður ikki minni spennandi, tá ein russiskur krígsfangi og eisini ein smettari (“stikkari”) verður blandaður uppí.

– Uppí hesa fangandi søguna verða blandaðir bæði andligir og menniskjansligir spurningar. Eitt nú nemur søgan við trúgv á Bíbliuna, skaparan, bøn og Jesus, eins og tað at elska sínar fíggindar og tolsemi. Søgan er skrivað til stór børn, men vaksin halda hana vera líka spennandi.

Jóhan var lærari í mong ár, men fór frá fyri aldur fyri kortum. Hann hevur mangan lisið hesa søguna fyri næmingum í kristni, tað er á føroyskum men burturúr tí donsku týðingini. Somuleiðis hevur konan Petra sagt hana fyri juniorum í missiónshúsinum Emmaus. Men hví hevur Jóhan nú týtt bókina og givið hana út?

LES EISINI  Hvagar skuldu vit annars farið við tí trupla?

– Hetta er ein sera fangandi søga, sum samstundis viðger djúpari spurningar. Bæði børn og vaksin kunnu læra av henni, so tí helt eg, at onnur eisini skuldu fáa gleði av henni, sigur Jóhan.

Rithøvundurin, Kari Vinje, er 91 ára gomul og livir enn. Hon hevur skrivað fleiri aðrar bøkur. Í 1986 kom bók hennara “Gud og eg eru vinir” út á føroyskum í týðing eftir Oddmar á Steig.

Bókin “Maðurin við arrinum” er góðar hundrað blaðsíður, løtt at lesa og kostar 120 krónur. Forlagið “Góðaráð” gevur út. Føroyaprent hevur umbrotið, prentað og bundið bókina inn. Bókin fæst til keyps í bókahandlum um landið, eins og frá Heimamissiónsforlagnum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina