Mathetes ’19 – KFS-lega fyri allar miðnámsnæmingar og lærlingar í heystfrítíðini

Mong kenna best KFS – ”Kristiligur felagsskapur fyri skúlaungdóm og lesandi” – frá vikuligum andaktum á lestrarstøðum um landið. Men KFS skipar eisini fyri eini røð av øðrum føstum tiltøkum. Eitt av árligu tiltøkunum er legan ”Mathetes” fyri miðnámsnæmingar og lærlingar.

KFS er ein felagskirkjuligur felagsskapur, sum hevur sítt virkisøki í miðnáms- og lestrarheiminum. Seinastu árini hava tey skipað fyri einum tiltaki stutt aftaná, at nýtt skúlaár er byrjað, og seinastu árini hevur hetta tiltak verið ein lega undir heitinum “Mathetes”. Mathetes ’19 verður í døgunum 12.-16. oktober í Kelduni í Skálafirði.

Mathetes er grikskt og merkir “lærusveinur”. Endamálið við hesum tiltaki er at gera kristnar miðnámsnæmingar og lesandi út til at vera kristin í lestrarheiminum. Hetta eru nakrir dagar við kveikjandi undirvísing frá nøkrum av bestu undirvísarunum úr kirkjum og samkomum í Føroyum, og evnini eru serliga viðkomandi fyri miðnámsnæmingar og lesandi.

Í ár eru trý áhugaverd høvuðsevni á skránni:

LES EISINI  Nýggj bók eftir John Lennox á føroyskum

Ein teknar seg her, og tað ræður um at skunda sær, tí jú fyrr ein teknar seg, jú meira avsláttur fær ein:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina