Meðan vit bíða 2. partur

Adventin: um- og djúphugsni

Sanni jólaandin

Orðini, Maria hoyrdi, broyttul allar tíðir, alt. Til eina unga kvinnu, ið var trúlovað Jósefi, koma ugganar- og lyftisorðini: ”Óttast ikki; Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Gudi. Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus.” Í okkara adventsdjúphugsni taka vit til umhugsanar sanna jólaandan.

Les Lukas 1,26-56

Okkum, kunna hesi fjálgu yndisorð, birta góðan jólahugna. Sanniliga, eini stór gleðiboð: Maria, Gabriel og fyrstu orðini um lítla barnið, Maria skal bera í heim.  Men frá hesi løtu, hugsaði Maria nógv og eyðmýkjandi um hesi gleðiboð Gabriels, Heilagi Andin bar henni frá herskaranna Harra. Eyðmýkjandi segði hon, ja at ganga tann veg, Harrin beyð henni, og alt lívið at hoyra frá fólki, at hon varð vorðin við barn uttanfyri hjúnalag.

So langt ávegis, líktist hon eitt sindur barninum, hon skuldi bera í heim. Tað varð sagt um hann, ”tá ið hann var í Guds mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Gudi líkur, men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur.” (Fil 2,7)

Sanni jólandin er ikki tann fjálgi familjuhugnin. Jólaandin er ikki eingong gleðinnar andi. Hann hevur sanniliga  alstóran týdning; men Jesus lærir okkum, at sanni jólaandin er eyðmjúkileikans andi.      

Orð til um- og djúphugsni, næstu viku

Vikuorðið: «Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; verði mær eftir orði tínum!» (Luk 1,38)      

LES EISINI  Prædika til jóladag

Vikuspurningurin: Eru tað øki í lívinum, har mær tørvar at vera eyðmjúkur Harranum?    

Skriva vikuorðið og spurningin:

CFM hevur skrivað / H.D. Joensen umsetti

Lukas 1,26-56

Eingil boðar føðing Jesu
Men í sætta mánaði varð Gabriel eingil sendur av Guði til eina bygd í Galileu, sum eitur Nasaret, til eina jomfrú, ið var trúlovað einum manni, sum æt Jósef, av Dávids ætt; og navn jomfrúnnar var Maria. Og eingilin kom inn hjá henni og segði: «Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær, [tú sum ert vælsignað av kvinnum!»] Men hon var heilt óttafull av hesum orðum, og hon hugsaði um, hvat henda heilsan mundi hava at týða. Og eingilin segði við hana: «Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Guði. Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus. Hann skal verða stórur og verða kallaður sonur hins hægsta, og Guð Harrin skal geva honum hásæti Dávids, faðirs hansara; og hann skal verða kongur yvir ætt Jákups allar ævir, og á kongadømi hansara skal eingin endi verða.» Men Maria segði við eingilin: «Hvussu kann hetta bera til, við tað at eg ikki veit av manni?» Og eingilin svaraði og segði við hana: «Heilagi andin skal koma yvir teg, og kraft hins hægsta skal skugga yvir teg, tí skal eisini hitt heilaga, sum borið verður í heim, verða kallað sonur Guðs. Og sí, Elisabet, skyldkona tín, eisini hon ber son undir belti í elli síni, og hetta er nú hin sætti mánaður hjá henni, sum kallað var ein ófrukt. Tí at hjá Guði man ikki nøkur søk vera ógjørlig.» Men Maria segði: «Sí, eg eri tænastukvinna Harrans; verði mær eftir orðum tínum!» Og eingilin fór frá henni.

Maria vitjar Elisabet, syngur lovsong. 
Men í hesum døgum fór Maria avstað og ferðaðist skundisliga til fjallabygdirnar, til eina bygd í Júdeu. Og hon kom inn við hús hjá Sakariasi og heilsaði Elisabet. Og tað bar so á, at í tí Elisabet hoyrdi heilsan Mariu, tá spældi burðurin í móðurlívi hennara. og Elisabet fyltist av hinum heilaga anda, og hon rópaði við harðari rødd og segði: «Vælsignað ert tú av kvinnum, og vælsignað er frukt móðurlívs tíns! Og hvaðan hendir hetta meg, at móðir Harra míns kemur á mín fund? Tí sí, í tí at ljóðið av heilsan tíni kom mær í oyru, tá spældi burðurin av frøi í móðurlívi mínum. Og sæl er hon, sum trúði; tí at tað skal ganga út, sum er talað av Harranum til hennara.» Og Maria segði: «Hátt setir sál mín Harran, og frøtt seg hevur andi mín í Guði, frelsara mínum,  tí at hann hevur hugt til lítilsvirði tænastukvinnu sínar. Tí sí, frá hesi stund munnu allar ættir sæla meg prísa; tí at stórverk hevur hann mær gjørt, hin alvaldi. Og heilagt er navn hans. Og miskunn hans varir ætt eftir ætt hjá teimum, sum óttast hann. Hann veldisverk hevur útint við armi sínum, og hevur spreitt sundur hini hástóru í hugsan hjarta teirra. Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum. Hann hevur tikið sær av Ísrael, tænara sínum, til tess at minnast miskunn sína – eftir tí, sum hann talaði til fedra vára – móti Ábrahami og avkomi hans allar ævir!» Men Maria dvøldist hjá henni um tríggjar mánaðir, og fór síðan heim aftur til sín.

Føðing Jóhannesar 
Men hjá Elisabet leið tað at teirri stundini, at hon skuldi føða, og hon átti ein son.  Og grannar og frændur hennara fingu at frætta, hvussu stóra miskunn Harrin hevði sýnt henni, og teir gleddust saman við henni. Og tað hendi áttanda dagin, tá komu teir at umskera barnið; og teir ætlaðu at kalla tað Sakarias eftir faðir hansara. Og móðir hansara svaraði og segði: «Nei, men Jóhannes skal hann eita.» Og teir søgdu við hana: «Tað er eingin í tíni ætt, sum ber hatta navnið.» Men teir gjørdu tekin til faðirs hansara, hvat hann vildi, at tað skuldi eita. Og hann bað fáa sær eina talvu og skrivaði soleiðis: «Jóhannes er navn hansara.» Og allir undraðust. Men í sama viðfangi opnaðist muður hansara og tunga, og hann talaði og lovaði Guði. Og ótti kom á øll, sum búðu har í nánd hjá teimum. Og í øllum fjallabygdunum í Júdeu varð nógv talað um øll hesi tíðindi. Og øll, sum frættu hetta, løgdu sær tað í geyma og søgdu: «Hvat man fara at verða av hesum barni?» Tí at hond Harrans var við honum.

LES EISINI  Factum est!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina