”Men Gud greb ind” 2. partur

Í hesum parti sigur fyrrverandi KFUK skrivari Henrietta Hansen frá um hennara andaliga uppvøkstur í Vági og hvussu Guð leiddi hana inn i arbeiði við at grundleggja KFUK í Tórshavn.

Árið er 1960. Vekingarrørslurnar í Danmark vóru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið, har persónligi vitnisburðurin ikki hevði so stóran týdning longur. Í Føroyum var øðrvísi. Vekingarrørslan her var nýggjari, og fleiri av fyrstu missiónsfólkunum livdu framvegis.

Tíðin var komin til, at føroysk missiónsfólk skuldu bera vitnisburðin um sín frelsara aftur til Danmarkar og Indre Missión, haðani tey upprunaliga høvdu fingið so nógvan íblástur. Fleiri meira og minni kend føroysk valafólk vórðu biðin um at skriva sín vitnisburð undir yvirskriftini “Men Gud greb ind”. Vitnisburðarnir vórðu savnaðir í eina bók, og forlagið Lohse gav bókina út.

Nú gevur Trúboðin bókina út sum Podcast á hesi síðu.

Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari, lesur úr bókini.

LES EISINI  ”Men Gud greb ind” 5. partur - Josias Matras
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina