Mergjaðar dagligar andaktir við Bo Giertz

Báðar andaktsbøkur, Bo Giertz, “At tro på Kristus” og “At leve med Kristus” eru klassikarar innan andaktsbókmentir. Høvundurin leiðir við síni umfatandi vitan um og innlit í bíbilsku tekstirnar lesaran gjøgnum ymsu temaini í kirkjuárinum – ikki ástøðiligt og uppgjørt – men á ein hátt, sum meira jarðbundið myndar persónliga lívið.

Báðar bøkur eru nú til taks í einum dagførdum varianti, ið er lagað til nýggjastu tøku bíbliuumseting og sálmabók.

“At tro på Kristus” og “At leve med Kristus” eru væl egnaðar at verða lisnar av fólki, sum eru von at lesa andaktsbøkur og hava innlit at lesa hesar, men eisini av fólki, sum als ikki eru von at lesa slíkar bøkur. Mong nýta bøkurnar í mong ár og venda seinni aftur til tær. Lætt er at skilja, at Bo Giertz av mongum varð kosin at vera hin mest týðandi andaligi leiðari í svensku kirkjuni í 20. Øld.
Flemming Baatz Kristensen, Sóknarprestur, Sct. Pauls Kirke, Århus

Andaktsbøkurnar hjá Bo Giertz eru rætt og slætt tær bestu, eg veit um og eg kann ikki vera tær fyriuttan. Hóast tær hava mong ár á baki eru tær sera veruleikaviðkomandi og sum vóru tær skrivaðar til mín egna gerandisdag. Hvørt andaktsbrot andar av áliti til Bíbliuna.

Samstundis møti eg einum kærleika til kirkjuna og hennara sakramentir, dóp og altargongd. Tað er ein so frígerandi lesnaður, at eg ynski, øll fáa lut í honum.
Egild Kildeholm Jensen, trúboðari, Rønde

Forlag: Lohse
Útgivin: 2013
Blaðsíður: 414

LES EISINI  Andaktir til serligar dagar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina