Miðskeiðsvalið í USA: Tveir statir táttaðu í møguleikan at fáa fosturtøku

Sum væntað og sum vanligt fekk miðskeiðsvalið til senatið og umboðsmannatingið í USA týsdagin stórt uppmerksemi um allan heim. Minni uppmerksemi fingu tær fólkaatkvøðurnar, sum summir statir hava samstundis sum miðskeiðsvalið. Berlingske.dk skrivar, at millum annað atkvøddu tríggir statir um mál, sum hava við fosturtøku at gera, og at úrslitið í tveimum teirra fall í góða jørð hjá teimum, ið eru ímóti fríari fosturtøku.

Í statinum West Virginia atkvøddi ein lítil meiriluti fyri eini lógarbroyting, sum merkir, at almenna heilsutrygdin einans rindar fyri fosturtøkur, um tær skyldast lívsvanda, neyðtøku ella blóðskemd. Í fjør rindaði almenna heilsutrygdin fyri knapt 1.500 fosturtøkur í statinum, endurgevur Berlingske.dk úr Los Angeles Times.

Í statinum Alabama atkvøddi ein meiriluti fyri eini stjórnarskipanarbroyting, so at staturin stuðlar og viðurkennir rættindini hjá óføddum børnum, fyrst og fremst rættin til lív.

Við hesum hava hesir báðir statir tikið eitt fet nærri einum forboði móti fosturtøku. Tó er rætturin til fosturtøku tryggjaður í eini hægstarættaravgerð frá 1973 (tiltikna Roe v. Wade). Men nú tað herfyri eydnaðist Donald Trump, forseta, at útnevna Brett Kavanaugh til hægstarættardómara, verður nú hildið at vera meiriluti ímóti fríari fosturtøku millum teir níggju hægstarættardómararnar í USA, tó at tað enn er óvist, um hesin meiriluti fer at gera nakað fyri at broyta avgerðina frá 1973.

LES EISINI  Tíðindaskriv: Standa fyri lívi

Í statinum Oregon atkvøddu veljararnir ímóti einum uppskoti, sum skuldi forða teimum, ið eru undir almennari heilsutrygd, at fáa fosturtøku.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina