Mín vitnisburður: Hjalgrím F. Højgaard

Hjalgrím Højgaard

Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.

Eg eri føddur í eini trúgvandi familju, so eg havi altíð verið umringaður av bíbliu og bøn, møtum og sunnudagsskúla, men eg føldi ongantíð nakran tættleika til Guð. Guð var bara allastaðni, og Jesus doyði. Tað var soleiðis cirka tað. Tá ið eg so kom í tannárini, og man er liðugur við sunnudagsskúla og junior, so høvdu vit eingi ungdómsmøtir, so tað andaliga steðgaði eitt sindur upp.

Men tá ið eg so fór til Nesvíkar á ungdómslegu, so møtti eg fleiri ungum, sum vóru brennandi í síni trúgv, og eg helt, at hetta var ordiliga spennandi, tí at tey eru so spent og áhugaði í Guði. So havi eg verið umringaður av hesum spennandi fólkunum í nakrar dagar, og havi samtíðis eisini verið til bíbiltímar, sum vóru ordiliga spennandi, tí at tað er rættað til ungdóm, og læruríkir, tí at tey snakkaðu um nógv evnir, sum foreldur og onnur nær við ikki tíma ordiliga at snakka um, til dømis sex, LGBT og annað líknandi.

LES EISINI  Ung vitna: Rani Hansen

Tá ið vit so komu til síðsta kvøldið og hoyrdu eina ordiliga góða talu, sum endaði við, at meira enn helvtin av salinum fór upp til pallin og játtaði, at tey eru syndug. Tá føldi eg, at eg hevði eisini brúk fyri hesum her, og Guðs kraft kann hjálpa mær við øllum trupulleikunum, sum eg havi í mínum dagliga degi, bara sovorði simpult, sum at hugsa ilt um onnur, ella tá ið man fer at hugsa, at ein sjálvur er betri enn hini. Allar hesar tankarnar mást tú av við, og tað kann Guð hjálpa tær við.

Tá ið eg nú havi verið trúgvandi í eina tíð, so føli eg enn, at eg kann fáa sovorðnar tankar. Men eg veit eisini, at eg kann blaka teir av mær aftur beinavegin, og tá ið man kann liva sítt lív, uttan at hava sovorðnar negativar tankar hangandi yvir tær alla tíðina, so verður tað eisini nógv lættari at koma ígjøgnum gerandisdagin.

LES EISINI  Kom og sig frá tínum vitnisburði
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina