Mín vitnisburður: Rakul E. Kjølbro

Rakul Kjølbro

Vitnisburðurin er ein persónlig uppliving og umboðar sjónarmiðini hjá tí, sum hevur skrivað.

Tá eg fekk møguleika til at deila ein vitnisburð á henda hátt, hugsaði eg beinanvegin, at tað kundi eg ikki, tí ongin tímur at hoyra mín vitnisburð. Hann er gerandisligur, kanska sindur keðiligur og eg veit um nógv, ið hava akkurát somu søgu sum eg.

Eg eri vaksin upp í einum trúgvandi heimi og umhvørvi, og havi verið Guðs barn heilt frá tí degi, at eg sum pinkubarn varð borin til dópin, og fram til dagin í dag. Eg havi tí ikki eina ávísa hending ella eitt ávíst dato, har eg avgjørdi at taka ímóti Jesusi. Ofta hoyra vit slíkar søgur, um fólk, ið hava verið langt burturi frá Guði, men hava tikið við trúgv uppá stórar og undurfullar hættir. Eg elski at hoyra slíkar søgur, og tær læra okkum nógv um, hvussu stórur Gud er. Men hetta er ikki mín søga. Gud hevur altíð verið ein partur av mínum lívi, og tí snýr mín vitnisburður seg ikki um eina stóra umvending, men heldur tað “óinteressanta” gerandislívið saman við Jesusi.

Nú segði eg “óinteressant”, tí hetta er fyri mong tankagongdin rundanum gerandislívið sum trúgvandi. At tað at vera trúgvandi merkir, at ein noyðist at liva eitt lív við nógvum avmarkingum og strangum lógum. Men tað, eg vil við hesum vitnisburði, er at vísa á beint tað øvugta. At okkara gerandisdagur er nógv meir enn bara ein gerandisdagur, um vit brúka hann saman við Jesusi. Tá vit hava Jesus við, er hvør dagur, ein partur av ævinleikanum í Guds ríki. Og tað er tí, at eg tók av hesum møguleikanum, at deila mín vitnisburð.

LES EISINI  Mín vitnisburður: Hjalgrím F. Højgaard

Tað er ofta í ungdómsárunum, at ein byrjar at hugsa stórar og djúpar tankar, um menniskju, tilveruna og Guð. Og tað er eisini seinastu árini, at tað er gingið upp fyri mær, at vit sum Guðs børn eru ein partur av einum nógv størri og hægri endamáli, enn vit kunnu finna her á jørðini. Tí vit vóru skapaði til at liva saman við Guði, og tí leingjast vit eftir tí, ið vit fáa tá vit eru saman við Guði. Øll menniskju leingjast eftir lívsgleði/eydnu, viðurkenning, meining, kærleika og øðrum. Men av tí at syndin oyðilegði fullkomnu myndina, ið Gud í fyrstuni setti menniskjuni inní, fara vit at leita á nógvum ymsum støðum, fyri at fylla hendan tørvin, ið einans Guð veruliga kann fylla.

Og hetta er nakað, ið veruliga er blivið stórt fyri mær í seinastuni, at tá vit liva í samfelag við Guði, so gera vit tað, ið var ætlanin við okkum frá fyrstan tíð. Og tað er í Jesusi, at vit finna alt tað, ið vit faktiskt hava brúk fyri; nógv meir enn bara fysiskar tørvir.

LES EISINI  Kom og sig frá tínum vitnisburði

Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin” Jóh 15,10-12

Hetta versið er tikið úr einum brotið, har Jesus tosar um kærleiksboðið. Og hann lovar okkum her, at tá vit fylgja honum, við at liva eftir hansara kærleiksboðum, so verður Jesu gleði fullkomin í okkum. Uppskriftin til eitt eydnusamt lív, fylt við lívsgleði, er tí at liva í samfelag við Jesus og verða honum lýðin. Ikki tí at lívið verður lættari, og vit ongantíð fara at uppliva truplar støður. Men, tí vit hava fingið lut í nøkrum, ið er nógv størri og betri enn nakað, ið vit kunnu finna í hesum heimi. Tá vit hava Guð við okkum, eru vit longu nú ein partur av Guðs ríki her á jørðini. Og gleðin frá Jesusi, ið vit sleppa at uppliva í hesum syndafulla heiminum, er bert ein lítil glotti av tí gleðini, ið vit fara at uppliva í Guðs ríki heima í himlinum ein dag.

LES EISINI  Mín vitnisburður

So nei! Tað er als ikki keðiligt, at liva eitt lív við Guði í gerandisdegnum. Tað er ikki nakað, ið avmarkar okkara møguleikar í lívinum, heldur er tað, tað einasta, ið veruliga gevur meining. Tað einasta, ið kann frelsa okkum frá ævigari glatan og tað einasta, ið kann metta okkum við gleði, kærleika og vón. So vit hava so nógv at gleðast um og takka og prísa fyri.

Heilsan úr Róm 15,13:

“Men vónarinnar Guð fylli tykkum við allari gleði og friði í trúnni, so at tit mega vera ríkir í vónini við kraft heilaga andans”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina