Triðja MiniTeenStreet í Føroyum
Síðsta vikuskiftið í februar verður aftur skipað fyri sokallaðum “MiniTeenStreet” í Bylgjuni í Runavík, og aftur hesaferð vitja hjúnini Josh og Debs Walker. Tey vóru í mong ár fastir undirvísarar á stóru altjóðu stevnuni TeenStreet í Týsklandi.
Heitið á MiniTeenStreet 22. – 24. februar er “Djørv”, og tosað verður út frá Dánjalsbók í Gamla testamenti. Júst Dánjal man vera ein av fremstu ímyndunum av dirvi í Bíbliuni.
Tað er TeenStreet Føroyar, sum skipar fyri hesi felagskristiligu stevnuni, har samkomur og kirkjur í felag geva teimum ungu ein pall, har tey í góðum andligum felagsskapi verða uppbygd og styrkt í trúnni. Tiltakið er tó ikki einans ætlað ungdómum, men øllum, sum hava hug og vilja vera við.
Ein av best umtóktu dagligu løtunum á stóru TeenStreet-stevnuni í Týsklandi er “ThroneRoom”, har tey ungu og øll hini eru saman um at lovsyngja Gudi við góðum sangi, tónleiki og rørslum, og hesin partur verður eisini við á stevnuni í Føroyum aftur í ár.
Harumframt verður skipað fyri seminarum og verkstovum seinnapartin leygardagin, ætlað tannáringum og vaksnum. Skráin fyri henda partin verður tøk skjótt, men skráin fyri kvøldtiltøkini er henda:
Fríggjakvøldið 22. februar:
Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker
Kl. 22.00: ThroneRoom
Leygarkvøldið 23. februar:
Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker
Kl. 22.00: ThroneRoom
Sunnukvøldið 24. februar:
Kl. 18.00: Møti og ThroneRoom við Josh og Debs Walker
Fyriskipararnir heita á samkomur, kirkjur og einstaklingar, um at standa saman um hesa stevnuna. Her verður ítøkiliga hugsað um eitt nú forbøn, um allar tær praktisku uppgávurnar, sum ein so stór stevna krevur, og um tað fíggjarliga. Tí eitt slíkt tiltak kostar millum 80.000 og 100.000 krónur at stápla upp á beinini, hóast øll hjálp er sjálvboðin. Útreiðslur, sum ikki slepst undan, eru eitt nú til ferðaseðlar, hølir, útgerð og tílíkt. At enda verður ikki minst hugsað um at standa saman um stevnuna og tey ungu við at taka lut á tiltøkunum.
Stuðul til MiniTeenStreet 2019 kann flytast sum gáva á kontu: 9181- 166.774.4, viðmerk TS19FO. Leiðslan fyri TeenStreet Føroyar – tað eru Margareth Djurhuus, Randi Hansen og Símun J. Hansen – takkar hjartaliga fyri allan stuðul.