Minnist vígsluna av missiónshúsinum í 1935

Fyrstu niðursetufólkini í Rituvík settust niður 1873. Sostatt verður bygdin 150 ár í ár. Í 1919 byrjaðu nakrar gentur at savnast til bíbliulesnað og bøn. Gud signaði bønir teirra og arbeiðið vaks, og menn komu eisini við í arbeiðið, sum seinni flutti inn í skúlan. 
Sunnudagar varð lestur lisin, og seinnapartin var sunnudagsskúli og møtið um kvøldið.
Við árunum gjørdist skúlin ov lítil, og tí var farið undir at byggja missiónshús, sum skuldi rúma missiónsarbeiðinum.
Tað var fyrst í 1930-unum, at fólk byrjaðu at fyrireika byggingina av missiónshúsinum, sum varð vígt í 1935.

Ein teirra, sum minnist ta tíðina, minnist byggingina og vígsluna, er 96 ára gamla Jonny Lamhauge. Hon hevur livað nærum alla sína tíð í Rituvík. Hon er enn frísk og livandi upptikin av øllum góðum verki. Hon kemur støðugt til gudstænastur, á møti o.a. og hevur verið og er enn virkin í sjómanskvinnuringinum, sum varð stovnaður 12. mars í 1954. Hon sang eisini við í streingjakórinum og var við í Sudanringinum.

-Eg minnist ikki møtini, sum vóru í skúlanum, áðrenn missiónshúsið varð vígt í 1935. Eg haldi meg minnast, tá basarur var fyri húsið, tá teir bygdu tað, og tá tað varð vígt.
Tað sigur Jonny Lamhauge í Rituvík, sum eisini var við, tá nýggja missiónshúsið í Rituvík var vígt, 29. januar í ár.

-Í gamla missiónshúsinum varð lestur á middegi sunnnudagarnar. Síðani var sunnudagsskúli og møtið um kvøldið. Lestur var hvønn sunnudag í missiónshúsinum, til kirkjan varð vígd í 1955. Tá flutti gudstænastan oman í kirkjuna, meðan møtið, sunnudagsskúlin og annað arbeiði helt fram í missiónshúsinum, sigur hon.

-Við árunum mentist kristiliga arbeiðið við sjómanskvinnuringi, streingjakóri, Sudanringi, ungdómsmøti og annað. Hetta hevur verið til stóra signing fyri mong her í bygdini og aðrastaðni við, sigur Jonny.

-Eg minnist fleiri stórar vekingar, har fólk møttu Jesusi og vitnaðu um hann. Eg var doypt sum lítil at hoyra Jesusi til og havi hoyrt um hann frá tí, eg kann minnsat og havi trúð á hann alt mítt lív. Eg havi kortini ikki altíð vitnað alment um Jesus við orðum, sigur hon.

-Tað var óivað á missiónsvikuni í 1950, at eg kendi stóra trongd til at vitna um Jesus – frelsara mín, sum eg jú trúði á. Tað var gott at fáa tað sagt, men aftaná kom eg í iva og roynslur. Djevulin leyp á og spurdi, hví eg vitnaði um Jesus? Eg kundi ikki annað enn halda meg til Jesus og orð hansara. Tað hjálpti og hjálpir enn, sigur Jonny.

-Fyri umleið 2000 árum síðani spurdi Pætur: Hvønn skulu vit fara til? Í 2023 spyrja vit sama spurning. Svarið er tað sama, tí vit skulu, eins og Pætur halda okkkum til Jesus. Hann er neyðugur, trúgvur og veitir hjálp eftir tørvi. Jesus hevur verið trúgvur og góður móti mær og signað meg við nógvum góðum fólkum rundan um meg og við nógvum og góðum vinum. Eg ynski Guds ríku signing yvir familju, vinir og yvir kirkju- og missiónsarbeiðið, sigur Jonny Lamhauge.