Missiónshúsið í Rituvík avhendað

Nýggja missiónshúsið í Rituvík er nú avhendað. TN-bygging hevur staðið fyri byggingini, og teir vóru lidnir í síðstu viku. Húsið var endaliga avhendað fríggjadagin 16. september.

Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at størsti parturin av arbeiðinum inni í húsinum skal verða gjørdur við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Og hóast tað eru mong sjálvboðin, ið longu hava arbeitt fleiri kvøld, har tey hava gjørt ymiskar uppgávur, er missiónshúsið ikki klárt at taka í nýstlu enn.

Arbeitt verður fram ímóti, at niðara hæddin verður klár at taka í nýstlu einaferð í summar 2021. Har skal vera ein multisalur, køkur, uppvaskirúm og eitt vesi. Eftir at niðara hæddin er liðug, verður byrjað uppá ovaru hæddina, og síðani verður arbeiðið gjørt so lýðandi, sum bæði fígging og sjálvboðin arbeiðsmeði er til tað.

Gamla missiónshúsið, sum varð bygt í 1935 varð tikið niður í 2017. Síðan tá hevur virksemið hjá missiónshúsinum verið í frítíðarskúlanum í Rituvík og í Rituvíkar Kirkju.

LES EISINI  Brot úr missiónssøguni í Rituvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina