Missionshúsið Karmel í Eiði fyllir 90 ár
Hósdagin 21. november vóru tað 90 ár síðan, at missiónshúsið Karmel á Eiði varð vígt, og hetta varð hátíðarhildið. Manskórið úr Rituvík sang, og presturin Jonhard Jógvansson, ið eisini er formaður fyri Karmel, talaði.
Jonhard tók støði í tekstinum úr Jóhannes 1:35-51, har hann hugleiddi um boðskapin “Sí, Gudslambið”. Hann greiddi frá, hvussu hesin tekstur vísir, at stórar hendingar í lívinum ikki kunnu goymast fyri okkum sjálvum – tær mugu deilast við onnur. “Tá hin syndafríi Jesus varð doyptur, byrjaði ein heilt nýggjur kapittul í heimssøguni. Ein kapittul, sum hevur yvirskriftina Sí Harrans lamb,” segði Jonhard.
Hann legði dent á, hvussu boðskapurin tá breiddi seg sum ringar í vatninum – frá einum persóni til ein annan, ofta við familjuni sum fyrsta stig. Sjálvt tá skeptikarin spurdi: “Kann nakað gott koma úr Nasaret?” var svarið: “Kom og síggj.”
Bøn hevur týdning
Carsten Fonsdal Mikkelsen, trúboðari hjá Heimamissiónini, bar eina heilsan til hátíðarløtuna og legði dent á týdningin av bæði bøn og felagsskapi í arbeiðinum í Karmel. “Tað eru bønirnar, sum seta okkum í samband við Gud, og so eru tað kaffibønirnar, sum seta okkum í samband við hvønn annan,” segði hann við einum brosi og greiddi víðari frá: “Og júst her, í rúminum millum meg, Gud og mín næsta, hevur Karmel ein avgerandi leiklut.”
Hann bar eisini eina tøkk til tey mongu sjálvbodnu, sum gjøgnum áratíggju hava gjørt Karmel til eitt stað, har fólk kunnu koma og síggja Gud.
Eitt stað við søgu og vón
Í 90 ár hevur Karmel verið ein savningarstaður fyri trúgv og felagsskap, og mong hava ígjøgnum tíðina fylgt í fótasporunum hjá teimum, ið upprunaliga bóðu onnur “koma og síggja” tað, tey sjálvi høvdu sæð.
Hátíðarløtan endaði við kaffi og lagkøku, og góða lagið fylti missionshúsið, meðan prátið gekk lystiliga millum tey møttu.