Missiónsvika í Glyvra Missiónshúsi
Missiónshúsini hava lært okkum at savnast, at hoyra evangeliið og at liva saman sum eitt kristiligt samfelag. Hetta kemur aftur til sjóndar í missiónsvikuni, sum verður hildin í Glyvra Missiónshúsi frá 23. februar til 2. mars 2025. Hesir dagar verða fyltir við bøn, sangi, talu og felagsskapi fyri allar aldursbólkar.
Skráin fyri missiónsvikuna
Missiónsvikan byrjar sunnudagin 23. februar kl. 17:00 við familjumøti, har Christian Joensen fer at tala, og barnakórið Barnagospel luttekur við sangi. Hetta verður ein hugnaløta, sum setir rætta dámin fyri vikuna.
Mánadagin 24. februar verður sangløta á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, har Simony Knudsen fer at hava andakt, og Glyvra Streingjakór fer at syngja.
Týsdagin 25. februar kl. 19:00 fer Elisabeth Poulsen at tala um evnið “Hon fór út”. Samstundis verður innsavnan til trúboðaraarbeiðið í Liberia.
Mikudagin 26. februar kl. 17:30 verður pizzamøti, har Absalon og Beinta Åargarð hava orð og skemt. Hetta verður eitt serstakt kvøld fyri tey ungu, har felagsskapur og góðar løtur verða í miðdeplinum.
Birgit og Steinar Opheim
Birgit og Steinar Opheim hava møtir frá hósdegnum til sunnudagin. Hósdagin 27. februar kl. 19:00 verður møti við evninum “Frá Glyvrum til Gambia – Guðs kall at fara út til øll fólkasløg.” Hetta kvøldið fer at geva eina fatan av missiónsarbeiði uttanlands.
Fríggjakvøldið 28. februar kl. 21:00 verður eitt kvøldmøti, har evnið verður “Hvat er Guðs kall í mínum lívi?”, og leygarkvøldið 1. mars kl. 19:00 verður møti við evninum “Tað fimta evangeliið.”
Stórur hátíðardagur
Sunnudagin 2. mars verður ein serligur dagur, tí missiónshúsið á Glyvrum fyllir 50 ár. Kl. 12:30 verður døgurði í Skótahúsinum við Løkin, har borðreitt verður við 3-rættaðari matskrá, umframt at sangur og talur verða á skránni. Øll eru vælkomin, og tilmelding fer fram við at senda SMS til 264562.
Bønarløta verður hvørt kvøld 30 minuttir áðrenn møtið. Tekniborð verður til børnini, og sunnukvøldið verður barnansing í Frítíðarhúsinum Elsu Súsannu.
