– Missiónsvikan í Havn røkkur ikki sínum endamáli longur, tí ganga vit nýggjar leiðir
Missiónsvikur hava í sera mong ár verið fastur táttur í arbeiðnum hjá allarflestu missións- og meinigheitshúsum í Føroyum. Ein kann næstan siga, at missiónsvikur eru ein stovnur í sjálvum sær. Tað er ein møtirøð í eina heila (ella hálva) viku, við evangeliskum møtum hvørt kvøld, sum leggja serligan dent á ein kallandi boðskap um umvending og trúgv á Jesus. Hóast mong missiónshús hava tillagað hetta tiltak eitt sindur ígjøgnum árini, halda tey flestu húsini enn fast við hetta árliga tiltak.
Men herfyri segði stýrið fyri Meinigheitshúsið í Havn frá á heimasíðu síni, at tey eftir umhugsan í fleiri ár hava valt at ganga nýggjar leiðir, tí missiónsvikan hoyrir eini farnari tíð til, halda tey. Vit hava spurt Hera Kjærbo, stýrisformann, hví tey halda tað, og hvat tey ætla at seta ístaðin fyri.
– Í mong ár var missiónsvikan síðst í januar hvørt ár eitt viðkomandi tiltak, tí hon savnaði nógv fólk úr býnum, eisini nógv sum ikki vanliga komu. Men støðan er nógv broytt, og hesi seinastu nógvu árini hevur missiónsvikan ikki drigið fólk úr býnum, sum hon gjørdi fyrr. Hon røkkur ikki endamálinum longur, og tí mugu vit ásanna, at í Havn hoyrir missiónsvikan eini farnari tíð til, sigur Heri.
Heri greiðir frá, at tey vilja verða meira viðkomandi fyri fólk í Havn, og tí ganga nýggjar leiðir fyri at koma út hagar, sum fólkið er.
– Vit hava tosað um, hvussu vit kunnu møta fólkinum, har tey so eru. Tað eru nógv ymisk tiltøk í býnum gjøgnum alt árið, og sera nógv støð hýsa tiltøkum, har fólk eru von at koma. Tí halda vit, at um vit fara út til okkurt av hesum hølum, kunnu vit vænta, at fólk hava lættari við at koma til tiltøk, sum vit skipa fyri, enn til tiltøk í einum samkomuhúsi. Hetta er í øllum førum vert at royna!
Heri sigur at enda, at ítøkiliga verður skipað fyri fýra møtum 24.-27. januar í 2019, har boðan og innihald vendir sær til teirra, ið ikki eru von at vera á møti. Alt er ikki lagt til rættis enn, men nógv er komið uppá pláss. Tað verða Jákup E. Petersen, prestur, og Pauli Berthelsen, gudfrøðingur, sum boða gleðiboðskapin, og nógvur sangur verður á skránni. Fyrst í januar kemur skráin, og tá fer Meinigheitshúsið at lýsa við tiltøkunum fyri borgarum í Havn.