Møguliga týdningarmesta bókin hjá honum

Fra Bønnens Verden er ein kend og virðismett bók, sum er komin út í mongum uppløgum og á mongum ymsum málum. Síðani bókin kom út fyrstu fer í 1927, hevur hon givið fólkum í túsundatali íblástur til bøn og forbønartænastu.
Við sínum einfalda og beinleiðis stíli, hevur Ole Hallesby givið okkum ein klassikara innan bønarbókmentir, sum eisini í dag røkkur nýggjum ættarliðum við sínum radikala boðskapi um maktina í teimum faldaðu hondunum.

Lohse hevur nú givið bókina út av nýggjum, sum upprunaliga er skrivað í 1927. Nýggja útgávan er málsliga endurskoðað, soleiðis at hon eisini í 2023 er løtt at lesa.

Rithøvundur: Ole Hallesby
Forlag: Lohse
Útgivin: 2023
Blaðsíður: 170

LES EISINI  Nýggj barnabíblia!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina