Morgun- og kvøldbøn leygardag
Morgunbøn leygardag
Harri, vár Gud, tú sum skapað hevur allar lutir! Vit frøa okkum á hesi morgunstund yvir góða verk títt. Vit takka tær fyri ljós sólarinnar, sum upplýsir alt skaparverk títt. Takk, Gud, fyri hvíld og fyri alla góða vernd í nátt. Vælsigna dagin fyri okkum, allar gerðir okkara, lat tað alt verða halgað tær.
Vælsigna, Gud, kirkju tína, ver við øllum trúgvandi tínum, gev teimum eitt hjarta og eina lund. Lat gleðiboðskapin ljóða um allan heimin, so at heidnir menn mega viðurkennast teg og prísa navni tínum.
Vælsigna land okkara og alt yvirvald; gev teimum, sum skipa skulu fyri, ærufrykt fyri tí, sum er beint og rætt. Gev teim mátt og megi til at forða tí illa og fremja tað góða. Ver við heimunum, ver hjá børnunum og teim ungu, hvar tey ferðast.
Síggj í náði til tey fátæku og øll, sum líða neyð, tey sjúku, tey sorgarbundnu, ver teimum nær, sum doyggja skulu, ver hjá okkum nú og í okkara síðstu stund.
Gev okkum ævigt lív. Amen.
Kvøldbøn leygardag
Kæri Gud, takk fyri henda dag og takk fyri vikuna, sum nú er komin at enda. Takk fyri arbeiði og frítíð, fyri dagligt breyð og fyri náði tína, sum er nýggj á hvørjum degi.
Vit biðja teg, fyrigev okkum syndir okkara. Hjálp okkum at minnast til, hvussu djúpt syndin er rótfest í hjørtum okkara. Vit ásanna fyri tær okkara margføldu syndir og aðalsynd okkara: at vit ikki elska teg og næsta okkara.
Ver við kirkju tíni. Ver við orðsins tænarum og lat vísdóm og kærleika til menniskju upplýsa lund teirra. Vælsigna gudstænastuna í morgin her hjá okkum og allar staðir og vælsigna orð títt, hvar tað verður boðað. Lat mong koma saman um orð títt, um bønina, um lovsongin og heilagu sakramenti tíni. Vælsigna land okkara. Ver hjá øllum, sum líða neyð, og halt hond tína yvir sjófólki okkara.
Gud, skapari okkara, lýs frið yvir okkum nú og um allar ævir. Amen.
Tak niður bønir til allar dagarnar í vikuni her…
Kelda: Sálmabókin hjá Fólkakirkjuni.