“My Love” – nýtt staklag hjá Marstin and the Revelators

Marstin and the Revelators hava latið úr hondum nýtt staklag. Lagið eitur “My Love” og er t​økt á YouTube og Spotify. 

Gøtumaðurin Martin í Grund hevur slitið nógvar plektarar og gittarstreingir í góða gróðrarlendinum í Grót-umhvørvinum. Í 2007 flutti hann til Onglands og setti á stovn bólkin “Marstin and the Revelators” við føroyskari og enskari manning. Síðani tá hevur bólkurin givið tvær fløgur út: “Fruit and Animals” og “Reach for the Heigths”. Bólkurin lá í dvala í nøkur ár, men tók aftur at spæla í 2016 við nýggjari føroyskari manning.

My Love er tikin upp í Bunkaranum í Havn. Mikael Blak hevur framleitt, Benjamin Petersen hevur klipt og ljóðblandað, og Fred Ruddick hevur mastrað.

Leygarkvøldið verður My Love at hoyra á konsert í Sirkus, har The Revelators spæla saman við Jákupi á Lakjuni og Lyon.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina