Myndarøð: Novemberlegan 2019

Um vikuskiftið var Leguhúsið í Nesvík aftur fult av lívligum ungfólki. Fyrsta vikuskifti í november hvørt ár er nevniliga sokallað novemberlega fyri 8.-10. flokk, og heitið hesaferð var “Tú og eg, Jesus”.

Legan eydnaðist stak væl, og á skránni var alt tað, ið hoyrir eini slíkari legu til. Høvuðsleiðari var Kartin Høgnesen, og undirvísarar vóru millum annað Jákup E. Petersen og Pauli Berthelsen. Strandingar gjørdu enn einaferð sera góðan mat.

Myndirnar hava ymsir leiðarar tikið.

LES EISINI  Myndarøð: Okkara lega
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina