Myndarøð: Sangløta og rundvísing

Eftir ein góðan drekkamunn var fyrst ein sangløta við nógvum góðum klassiskum missiónssangum. Síðani var høvi at fara inn í nýggju høllini og millumbygningin, sum verða vígd 27. apríl. Fólk vóru sera spent at síggja snotiligu karmarnar, hóast teir síðstu snøklarnir vanta enn, og fólk tyktust at vera bæði nøgd og spent at taka alt í brúk í næstum.

Síðsta tiltakið á ársmøtinum í ár verður møtið í kvøld, har Pól Johannessen, trúboðari, talar um evnið, sum eisini er heitið á ársmøtinum í ár: “At tæna í trúgv, vón og kærleika”. Kvinnubólkur á Argjum syngur. Eisini verður, sum siður er, forbøn fyri starvsfólkum, sum eru byrjað í føstum starvi síðani seinasta ársmøti, og høvi verður at lata arbeiðnum hjá Heimamissiónini eina gávu. Undir møtinum er barnaansing, og eftir møtið er drekkamunnur.

LES EISINI  At tæna tí Gudi, sum hevur sett okkum í frælsi
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina