Myndir: Útbyggingin gongur framá

Hóast seinkingar gongur útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík framá. Í høllini eru ljós, hátalarar o.a. komið upp at hanga, men enn er nakað eftir á mál. Hesar myndirnar vórðu tiknar í vikuni.

Útbyggingin fevnir um 12 hjúna/familjukømur, ljóst og opið felagsøki við vøkrum útsýni suður móti brúnni, umframt eina kombihøll á góðar 450 fermetrar. Høllin skal partvís nýtast til møtir, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur, har 500 sitipláss vera. Harumframt skal hon nýtast til alskyns ítrótt og spæl. Knýtt at høllini eru skiftirúm við brúsum.

Møguleiki er at stuðla útbyggingini av leguhúsinum við fastari ella eingangs gávu. Trýst her fyri at lesa meira.