Námsfrøðislesandi bjóða ungum til eitt stuttligt ókeypis rúsfrítt tiltak fríggjakvøldið
Í summar var nógv frammi um, at blaðung gingu full á tónleikafestivalum. Hetta kveikti áhugan hjá námsfrøðislesandi á Fróðskaparsetrinum til at arbeiða við einari verkætlan um eitt rúsfrítt ungdómstiltak.
Nú fríggjakvøldið 27. september verður caféin á Læraraskúlanum karmur um eitt spennandi rúsfrítt ungdómstiltak. Endamálið er, at ung úr 13 árum og upp í 18 ára aldur skulu kunna hugna sær saman, við tónleiki, spølum, sangi, talkshowi og fjasi, uttan at rúsevni eru uppií.
Lesandi á námsvísindadeildini á setrinum skipa fyri. Kjakið í summar um, at ung úr 13 ára aldri vóru rúsað á festivalum, kveikti hugskotið at bjóða ungdóminum til eitt tiltak, har tey minnast, hvat fór fram, og har tiltakið og tónleikurin er rúsurin. Tað skuldi vera eitt tiltak, har tey ungu kunnu skapa vinarløg og stuttleika sær.
Fjølbroytt skrá er til tiltakið. Millum annað verður kahoot-kapping, møguleiki at vinna Sveiggj- ferðaseðil, umframt at bólkurin Fahrenheit og seinni fløguaktuelli Anton Liljedahl við bólki spæla og syngja.
Tiltakið er ókeypis, og øll ung eru vælkomin til eitt stuttligt og gott rúsfrítt kvøld. Í smyrjibreyðssmáttuni er ungdómsvinarlig matskrá, har til ber at keypa sær okkurt lætt og gott at eta og drekka, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Tiltakið verður í caféini á Læraraskúlanum á Frælsinum í Havn, har pallur er gjørdur til endamálið. Byrjað verður klokkan 19, og hildið verður á til umleið klokkan 01.