Niðursettar bøkur
Lohses Bibelguide
Bókin innheldur millum annað:
Eitt lætt atkomiligt yvirlit yvir bíbliunar søgu kapittlar um høvuðspersónar og høvuðsevni í Bíbliuni lyklar til hvussu bíblisku frásagnirnar eru viðkomandi fyri okkum í dag meira enn 150 litmyndir, millum annað tíðarlinjur og kort
Rithøvundur: Mike Beaumont
Forlag: Lohse
Útgivin: 2006
Blaðsíður: 126
Keyp her…
Atlas over Bibelens fortællinger
Bíbliusøgan søgd – frá Ábrahami til Paulus.
Tey nýggjastu søguligu og fornfrøðiligu ástøðini.
Prýdd við 97 sergjørdum kortum, 7 heildarmyndum av endurbyggingum, 17 yvirlitskortum og meira enn 150 myndum. Dentur er lagdur á evni sum til dømis fólkasløgini í Bíbliuni og talumál. Kort og yvirlit yvir millum annað skriftstøð í Bíbliuni skipað í tíðarrað.
Rithøvundur: Paul Lawrence
Forlag: Forlaget Hovedland
Útgivin: 2009
Blaðsíður: 188
Keyp her…
Uden for byporten
Sjobek fer frá verkstaðnum hjá pápa sínum í Jerúsalem, síni tryggu framtíð og síni ungu konu, Jeriot. Hann vil meira enn bara at halda forskriftirnar í Móselóg og sita í sýnagoguni. Hann hevur valt eitt hægri mál. Saman við Kadmiel rabba og hansara lærusveinum ætlar hann at fría tað heilaga landið frá teimum hataðu rómverjunum og harvið rudda slóð fyri Guds æviga harradømi. Tað byrjar sum ein dreymur, ein sangur úr fjarum londum, men tað endar sum ein marra av spiltum møguleikum og oyðiløgdum málum fyri tann unga steinhøggaran, sum verður hermaður fyri Messias.
Og ein dag møtir Sjobek síni lagnu uttanfyri býarportrið.
“Sjobek leyp upp og dró tann deyða í lívd undir ein klett, men sjálvur leyp hann mitt út í illveðrið og stóð við útrættum ørmum og lat regnið díkja á andlitið og bringuna. Og hann ýldi: ‘Ger meg reinan!’”
Rithøvundur: Anette Broberg Knudsen
Forlag: Lohse
Útgivin: 2015
Blaðsíður: 249
Keyp her…