Nógv fólk deyð í jødiskari vanlukku

Seint hóskvøldið vórðu 45 fólk í Ísrael kroyst til deyðis. Hetta boða tilbúgvingarmyndugleikin, Magen David Adom, frá sambært tíðindastovuni AFP.
Vanlukkan hendi undir einum jødiskum hátíðarhaldi á Meron fjallinum í norður Ísrael.
Vanlukkan, sum hevur kostað nógv fólkum lívið, umframt at fleiri hava fingið skaða, hendi beint áðrenn miðnátt hóskvøldið.
Tað frættist, at uml. 150 fólk hava fingið skaða. Av teimum eru fýra í lívsvanda.

Uml. 90.000 fólk, har flestu vóru ortodoksir jødar, vórðu stúgvaði saman við grøvina hjá Rabbi Shimon Bar Yochai, sum andaðist í 2. øld. Á hvørjum ári savnast jødarnir til hátíðarhald, har sungið, dansað og biðið verður alla náttina. Tey flestu av teimum deyðu verða søgd at vera úr eini sekt í Jerusalem, sum kallast Toldot Aharon.