Nógvar fyrimyndir á familjulegu
Um vikuskiftið tóku 36 barnafamiljur úr øllum landinum stykkið úr og hugnaðu sær saman á familjulegu í Leguhúsinum í Nesvík. Legan var gott og væl fullteknað, og tilsamans vóru umleið 160 luttakarar, umframt leiðarar, kokkar og hjálparfólk. Tað viðraði illa tað mesta av leguni, men tað bilti ikki.
Evnið á familjuleguni var “Hvør er mín fyrimynd?”, og hetta komu Hanus á Gørðum og Inga Símunardóttir inn á í hvør sínum áhugatíma. Bæði numu tey við ábyrgdarfulla leiklutin sum foreldur, og hvussu børn avspegla foreldur síni “uppá gott og ilt”, um foreldrini eru tilvitað um tað ella ikki.
Eisini var nógv ymiskt annað á skránni, so sum familjumøti, postarenning, hugnaløta og familjugudstænasta. Tað hevur eisini týdning, at skráin er “luftig”, so rúm tíð er at hugna sær saman sum børn og sum familjur, og fólk tóktust at njóta hetta høvið. Eitt annað eyðkenni við legum í Nesvík er tað nógvi og góði maturin, sum heldur ikki sveik hesaferð.
Tað er familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, Eindin, sum skipar fyri familjulegunum í Nesvík. Myndirnar vórðu tiknar undir postarenningini seinnapartin leygardagin.