Fleiri nýggjar bøkur

Møguligt er nú at keypa hesar bøkur á Manna.fo og fleiri aðrar. Sostatt kunnu tit nýta summarfrítíðina til at taka tykkum av løttum, samstundis sum tit lata tykkum føra inn í ein litríkan farnan heim, ið vit enn í dag kunnu læra av. Alt annað enn lættisoppalesnaður.

Heather Munn & Lydia Munn: “Stor er verden sort er natten”

Spennandi skaldsøga um flýggjan og friðskjól. Summarið 1939. 15 ára gamli Julien Losier er, saman við familjuni, flýddur úr París til ein lítlan bý í suðurfronsku fjøllunum. Í París ræður óvissan um framtíðina, og javngamli jødiski drongurin, Benjamin Keller, sleppur tí at búgva hjá teimum.
Men eisini her niðri nøtrar luftin av krígsótta og søgum um kríggj. Teir báðir dreingirnir fáa at kenna, at fremmand eru ikki vælkomin, líkamikið hvaðani tey koma.
Samstundis flýggja jødisku systkini Nina og Gustav úr Wien. Tey hava sæð andlitið á nasismuni og mugu úr Eysturríki, áðrenn tað er ov seint.
Ein spennandi søga um flýggjan og friðskjól, hatur og kærleika, fíggindskap og vinalag og um miskunnsemi, tá ein minst væntar tað.

Rithøvundur: Heather Munn & Lydia Munn

Forlag: Lohse

Útgivin: 2016

Blaðsíður: 331

Hans Jørn Østerby: Og det blev morgen, første dag

Heryvirmaðurin, Petronius, tempulvaktin, Malklus, kona landshøvdingans, Claudia og ikki minst skøkjan Maria. Í byrjanarstøði hava tey fýra einki til felags, men tá tey hitta ein timburmann úr Nasaret, broytist lív teirra fullkomiliga.
Í hesi spennandi bíbilsk søguligu skaldsøguni, nemur rithøvundurin við nøkur fólk í evangeliunum, og greiðir frá teirra persónligu søgu. Eftir órannsakandi gøtum, verða lagnur teirra flættaðar saman, áðrenn tey hvør sær fáa ein leiklut í hendingunum á páskum í Jerúsalem

Rithøvundur: Hans Jørn Østerby

Forlag: Lohse

Útgivin: 2021

Síður: 240

Uffe Kronborg: Glædens symfoni

Glædens symfoni. Om bekymring, livsvandring og kristent natursyn

»Uffe Kronborg har skrevet en fremragende bog om glædens mange kilder. Bogen er propfuld af dyb indsigt i troens og livets utallige krinkelkroge og himmelvide horisonter.

Bogen har en befriende vid teologisk horisont, kombineret med et tilsvarende almenmenneskeligt udsyn. Forfatteren har et skarpt blik for hans egen pietistisk-lutherske traditions blindspor, samtidig med at han også har godt øje for traditionens guldklumper.

Dertil kommer, at bogen har et læs af vidunderlige citater af alle mulige andre kloge hoveder. Jeg kommer til at stjæle citater med arme og ben fra bogen, inklusiv citater af forfatteren selv!«
Valgmenighedspræst Henrik Højlund, Aarhus Bykirke

»Det er en personlig rejse, hvor vi også møder forfatterens egen kamp for at blive nærværende i eget liv og finde modet til at forsætte vandringen, selvom fødderne er blevet våde undervejs. Vi er i godt og piberygende selskab, og kærligheden til musikken og naturen får en helt særlig plads. Bogen vil åbne for inspirerende tanker, nye livsveje og give mod til at træde ud på ukendte stier med glæden som fundament under fødderne.«
Sognepræst Jesper Fodgaard, Vor Frelsers Kirke i Aalborg

Lynn Austin: Skyggejagt

Søgulig skaldsøga, sum er um tríggjar kvinnur og teirra stríð fyri frælsi, rættvísi og yvirlivilsi undir seinna heimsbardaga.

Innrásin hjá nasistunum í Holland sendir álvarsamar ristingar gjøgnum samfelagið, og alt fólkið er skelkað. Ristingarnar raka eisini Ans, sum hevur valt býarlívið í Leiden fram um trongskygdu rammurnar á garðinum heima, og er flýdd frá móðir síni, Lenu, sum kennir sín trygga gerandisdag og grundfestu trúgv hótta av uppreistrarsinnaðu dóttir síni, og frá Miriam, sum er ein týskur jødi, ið er flýdd frá grovum mismuni og harðskapi við vón um eina betri tilveru í Hollandi.

Týska hersetingin førir hesar tríggjar kvinnurnar inn í ein heim av støðugari óvissu og truplum støðutakanum. Hvør í sínum lagi royna tær at finna týðandi vegir at ganga í eini eirindaleysari tilveru, har tær seta lívið í váða í stríðnum fyri frælsi, rættvísi og yvirlivilsi.

Rithøvundur: Lynn Austin

Forlag: Lohse

Útgivin: 2022

Blaðsíður: 429

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina