Novemberlegan: Seinasta freist at tekna seg sunnukvøldið

Gongur tú í 8.-10. flokki, er “Novemberlegan” ætlað tær. Legan verður 9.-11. november í Leguhúsinum í Nesvík, og evnið á leguni er “Fest títt eyga á Jesus”.

Legan kostar 485 krónur, og seinasta freist at tekna seg er sunnukvøldið á miðnátt. Tekning fer fram á mission.fo/tilmelding, og tekningin er galdandi, tá tú hevur rindað fyri leguna.

 

LES EISINI  VOX syngur Kirk Franklin-sangir í nýggju høllini í Nesvík í november
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina