Nýggi Trúboðin.fo verður lagdur fram leygardagin kl. 16
Trúboðin er ikki longur eitt blað, sum kemur út á pappíri aðruhvørja viku, men ístaðin ein internetportalur – sum tú hyggur at nú – og sum hvønn dag ber tíðindi, andliga uppbyggjandi lesnað og annað gott tilfar. Stórur dentur er lagdur á, at tað er lætt og einfalt at lesa, hoyra ella síggja tilfarið.
Í dag, leygardag, kl. 16 verður kunnað um nýggja netmiðilin Trúboðin.fo á almennum tiltaki í KFUM&K í Klaksvík. Hetta er í sambandi við stórmøtini, sum verða hildin um vikuskiftið í Badmintonhøllini í Klaksvík. Jákup Justinussen og Øssur Kjølbro greiða frá innihaldi og hentleikum.