Nýggj bók: Hvar er Gud, tá ið ræður um?

Gudfrøðingurin og rithøvundurin, Leif Andersen, roynir í nýggjari bók at kanna líðingarspurningin. Spurningurin er elligamal, men er í løtuni nógv havdur á máli, nú heimurin er raktur av einari alheims farsótt.

 

Kristindóminum viðvíkjandi – ja, øllum heimsborgarum, stendur líðingarspurningurin ósvaraður. Hann er millum gudfrøðingar nevndur teodicé: “Gudur teirra kristnu er bæði altvaldandi og algóður?”

 

Fyrst í bókini, leggur Leif Andersen fyri við eini røð av yvirskriftum úr miðlaheiminum. Uppafturtøkum av ólukkum, oyðileggingum og sorgarleikum. Alt hendingar eftir ein og sama dag. Ein vitnisburður um, hvussu líðing og óndskapur fyllir heimin. Beint aftaná koma orðini úr Fyrstu Mósebók 1,31:

“Og Gud leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott.”

Hesa andsøgn lýsir hann í nýggju bókini: “Gud og hitt ónda,” sum kemur á marknaðin í røðini: sjeynda handbók í savni Bíbliufelagsins. Vanligar útsagnir og royndir frá fólki verða tætt lýstar úr bókmentaligum og bíbilskum jørðildi – tó á ongan hátt við lættkeyptum svarum. Heldur letur hann vón og uggan Bíbliunnar hava allan fyrimunin.

LES EISINI  Hevur tú keypt Myndakalendaran 2022?

Úr einum staði í Bíbliuni letur hann líðingina hava fyrimunin, nevnliga úr Jobsbók.

Job hevur mist alt, og meðan hann í øskudunganum og letur vreiðina móti Gudi fáa rásarúm. Tað er haðani viðurskifti hansara við Gud birtast, meðan hann gleðist í nærveru Guds, meðan hann gremur seg um fráveru hansara. Søga Jobs er annars eitt dømi um, at Gud í okkara ørkymlan um deyðatøgn hansara, tó til fulnar skapar viðurskifti við okkum og vit vita als ikki, at hann longu talar í hjørtum okkara. Vit varnast tó hann og vera so við og við greið um tað.”

Sambært Leif Andersen grípur órættvísa líðing Jobs inn í viðurskiftini við Gud og komandi Kristus:

“Verandi mitt í líðingunum, er neyðugt at hava álit á Gudi. Tað hava vit eisini í Kristusi. Jesus er hin einasti í søguni, ið var ósekur í orðsins sanna týdningi, og hann varð revsaður fyri alra menniskjunnar synd og skuld eftir Guds egna vilja og avgerð – tí sjálv Guds fyrigeving fyri alra menniskjunnar synd og skuld er grundarlagið undir júst hesi órættvísi.

LES EISINI  Nýggj familjuandaktsbók til høgtíðirnar

“At byrja við segði eg, at kristindómurin var serstakur, tí at okkara Gud bæði er altvaldandi og algóður. Meira er enn. Tað serstaka við kristindóminum er eisini, at Gud gjørdist menniskja. Hann leið og doyði saman við okkum. Hetta ger, at vit hava ein samlíðandi Gud. Tí ynski eg, at vit kunna varðveita líðingina í trúnni. Eini trúgv, hóast alt: at lata meinbogar og mótmæli koma til orðanna, verður álitið á Gud bygt upp av nýggjum. At tora líta á, at hann hevur fatur í tí langa endanum, og at hann er við okkum í sjálvum líðingunum.

Kelda: Føroyska Bíbliufelagið – biblia.fo

Nýggja bókin, Gud og det onde, kann keypast á manna.fo.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina