Nýggjasta um TeenStreet 2020

Korona ávirkar eisini TeenStreet, sum skuldi vera í Oldenburg 1.-8. august.

Øll stór tiltøk í Týsklandi eru avlýst fram til 31. august, og tí væntar leiðslan, at TeenStreet ikki kann vera í Oldenburg sum ætlað. Hóast TeenStreet 2020 ikki kann vera í Oldenburg, so er tað ikki avlýst.

Teenstreet 2020 verður so spennandi, sum ongantíð fyrr. Vit vera ikki í Oldenburg í ár, MEN Teenstreet 2020 verður byrjanin til eitt áralangt altjóða samfelag, ið kann knýta teg enn tættari Jesusi og bæði at øðrum ungum sum fylgja Jesusi um allan heim og í Føroyum.

Hetta vóru boðini, ið komu út í morgun. TeenStreet leiðslan arbeiðir enn upp á nógvar smálutir, ið ikki eru komnir upp á pláss enn, og tí ber ikki til at siga og forklára nógv meir, men tey eru sera spent upp á TeenStreet 2020.

Les meir her: TeenStreet 2020 Update

LES EISINI  TeenStreet Life: Luttakarar væl nøgdir við leguna
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina